18/04/2024

Dámar tær at samskipa og dugir tú væl at tosa við fólk?

Skrivstovufólk til Yrkisdepilin

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða fulla tíð á skrivstovuni í Yrkisdeplinum.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við lærlingum og arbeiðsgevarum, umframt føroyskum og donskum skúlum. 
Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. 
Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við DynamicWeb heimasíðuskipanini, umframt øðrum innanhýsis
skipanum.

Starvið

Dagligur rakstur 

Verða við til at skipa fyri, at dagligi raksturin hjá Yrkisdeplinum verður framdur. 
Tað er:

  • At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
  • At ansa móttøkuni
  • At upprætta mál og journalisera í 360
  • At gera klárt til fundir
  • At røkja skrivstovuna og bókhaldið
  • At loysa ymiskar fyrifallandi uppgávu

Skrivarauppgávur

  • Fyrireika mál til fundir
  • Skriva fundarfrásagnir, senda tær út og avgreiða liðug mál
  • Innkalla til fundir, finna høli og síggja til, at nevndarlimir/fyribilsnevndir verða avløntir

Kunning og sosialir miðlar

  • Vera við til at røkja heimasíðuna www.yrkisdepilin.fo
  • Røkja sosialu miðlarnar hjá Yrkisdeplinum

Samskipa yrkis- og sveinaroyndir

  • Gera avtalur við skikkaðar metingardómarar og røkja samskiftið við teir

Førleikakrøv 
Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert ábyrgdarfull/ur, røkin og nærløgd/-lagdur
  • dugir væl at fara við fólki og trívist við at hava nógv at gera
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og samstarva við fólk við ymiskari sannføring og bakgrund
  • ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
  • ert jalig/-ur av lyndi
  • hevur royndir við og dámar væl at hava við nógvar ymiskar partar at gera
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Annað
Tá talan er um ein stovn við einans 5 starvsfólkum, er umráðandi, at øll starvsfólkini eru smidlig og sinnaði at átaka sær tær uppgávurnar, 
sum eru neyðugar fyri, at stovnur skal virka á nøktandi hátt

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. 
Yrkisdepilin er í stórari menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menningina

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til: starv@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. apríl og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg á tel. 212000.

Um Yrkisdepilin
Yrkisdepilin er lítil stovnur í stórari menning. Vit hava ábyrgdina av at umsita yrkisútbúgvingarnar fyri arbeiðsgevarar, fakfeløg og almennar myndugleikar, sum eru partarnir, ið varða av yrkisútbúgvingunum. Vit arbeiða dagliga tætt saman við arbeiðsmarknaðarpørtunum, lærumeistarum, lærlingum, skúlum og øðrum myndugleikum. Vit hava yvir 1.000 lærlingar í skipanini í løtuni og yvir 400 ymiskar lærumeistarar og hava tí nógv samskifti við nógv ymisk fólk. Á stovninum starvast 5 fólk. Les meira um okkum á heimasíðu okkara: www.yrkisdepilin.fo.

Dámar tær at samskipa og dugir tú væl at tosa við fólk?