Yrkisdepilin umsitur yrkisútbúgvingar. Tað ber einans til at taka yrkisútbúgving við at undirskriva lærusáttmála við ein arbeiðsgevara/lærumeistara. Yvirlit yvir yrkisútbúgvingar er á hesari síðuni, og tað sæst um skúlagongdin er Føroyum ella í Danmark.
Ein ørgrynna av yrkisútbúgvingum eru at velja ímillum.
Útbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd. Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara og miðlagrafikara er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.