10/02/2022

Áminning til lærumeistarar

Tíðarfreist á 8 vikur í sambandi við at søkt verður um ferða- og lønarendurgjald 

Lærumeistari kann fáa endurrindaðan part av lønini, sum hann rindar lærlingi, meðan hann er í skúla. Endurgjaldið er 75% av minstulønini, sambært sáttmála millum arbeiðsgevara og avvarðandi yrkisfelag.

Ber ikki til at taka skúlagongdina í Føroyum, og lærlingur tí er noyddur at fara í skúla uttanlands, ber til at søkja um ferðaendurgjald á kr. 2.600 fyri hvørt skúlaskeið, lærlingurin skal av landinum.

Sambært “Kunngerð nr. 63 frá 23. apríl 2003 um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 177 frá 28. desember 2017”, er freistin at søkja ferða- og lønarendurgjald í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingur er liðugur við eitt skúlaskeið.

 

Áminning til lærumeistarar