23/11/2021

Yrkisdepilin flytir í nýggj hølir

Yrkisdepilin, sum í løtuni húsast á Hoyvíksvegi 72, flytir í næstum oman á Hoydalsveg 1. 

Í hesum sambandi hevur avgreiðslan stongt fríggjadagin 26. november, til og við týsdagin 30. november. 

Til ber at senda ein teldupost til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo og vit svara sum skjótast.

Vit lata upp í nýggju hølunum, har fyrr Studni og síðan Vegleiðingarstovan hava hildið til, mikudagin 1. desember kl 9.

Vælkomin á gátt á Hoydalsvegi 1 :-)

 

Yrkisdepilin flytir í nýggj hølir