Handilsfólk

Danskt heiti: Handelsassistent (salg), indkøbsassistent, logistikassistent, digital handel B2B

Skúlagongd: Danmark
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt ella FHS: 2 ár
Útbúgvingarlongd við annað miðnám:  2 ár og 6 mðr
Útbúgvingarheiti við: Handilsfólk við sergrein
Sergreinar: Handelsassistent (salg), indkøbsassistent, logistikassistent, digital handel B2B
Skúlagongd: 7-12 vikur. Í summum førum 15 vikur

Eftir lokna útbúgving: Lærubræv


Tá ið tú tekur hesa útbúgvingina lærir tú hjá einari fyritøku, ið handlar við aðrar fyritøkur.

Tú lærir, hvussu víðari søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Tú lærir at heinat inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vørur í passandi mongdum.

 

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark og hon er tí lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar, sí www.ug.dk og leita eftir "Handelsuddannelsen'. Hevur tú tey 7 fakini, sum eru krav fyri at sleppa á høvuðsskeiðið, FHS ella eina miðnámsútbúgving áðrenn tú fert undir hesa útbúgvingina, skalt tú einans taka høvuðsskeiðið, sum er 2 ár. Er miðnámsprógvið ikki á búskaparbreyt, er tó krav um, at tú tekur 3 handilsfak, áðrenn tú sleppur at byrja á høvuðsskeiðnum. Hesi fakini kunnu takast online og tekur tað skeiðið 5 vikur við fulltíðar lestri. Tær 5 vikurnar skulu takast innanfyri 3 teir fyrstu mánaðirnar av læruni. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fært tú at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan. Vísingin av býtinum ímillum skúla og læru niðanfyri er eitt dømi uppá, hvussu tú skiftir ímillum skúlagongd og læru.

Í læru

Í skúla/7 fak

Í skúla

Í skúla

Í Skúla

Yrkisroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg handilsfólk?
Hvat læri eg?
Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú hevur:

  • ?
Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta ..... 

Skúlagongdin

Í einari føroyskari yrkisútbúgving verður skift ímillum læru og skúlagongd ígjøgnum alla útbúgvingina.

Skúlagongd í Føroyum: skúlagongdin fer fram í Tórshavn :

Sveinaroyndarskeiðið er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.

Tá tú hevur staðið sveinaroyndina fært tú Sveinabræv og kanst kalla teg timburmann og yrkislærdan.

Neyvt yvirlit yvir fak og tímatal sæst í námsskipanini fyri yrkið.

Skúlagongdin fevnir um hesar yrkislærugreinar:

1)   Amboðslæra

2)   Arbeiðsumhvørvi

3)   Betong og forskalling

4)   Byggipláss

5)   Eldsløkking

6)   Fyrstahjálp

7)   Góðskutilvitan

8)   Hæddarmáta og avseta

9)   Ísetan av hurðum og vindeygum

10) Konstruktiónir

11) Snið, skap og litir

12) Tekning

13) Tilfarslæra

14) Trappur, rimaverk og svalar

 

og hesar almennu lærugreinar:

1) Alisfrøði E

2) Enskt E

3) Føroyskt E

4) Støddfrøði E

5) Vallærugrein E

 

Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?

Ert tú yvir 25 ár og hevur meira enn 5 ára viðkomandi royndir í fakinum, kanst tú verða førleikamett/ur

John - skriva her ?

 

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Privati sáttmálin - handverkarar 

Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini: www.fmr.fo.

Almenni sáttmálin - handverkarar 

Almenni sáttmálin - lønartalvan  

 

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða sum skrivstovu, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað, eitt nú... . Heldur tú fram, er neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.

Hagtøl

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.