Blómubindari

Danskt heiti: Salgsassistent m/ profil blomsterdekoratør

Søluútbúgving við sergrein sum blómubindari

Útbúgvingarlongd: 2 ár og 6 mðr
Skúlagongd: Danmark
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv


Sergreinar/profilar: Digitalan handil, convenience, retailamangager, dekoratør/visual merchandiser og blomsterdekotatør

Søluatstøðingur og convenience kunnu takast við profil

 

 

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark og hon er tí lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar, sí www.ug.dk og leita eftir "Detailhandel'. Blómubindarin er ein sergrein innanfyri hesa útbúgvingina. Hevur tú tey 7 fakini, sum eru krav fyri at sleppa á høvuðsskeiðið, FHS ella eina miðnámsútbúgving áðrenn tú fert undir hesa útbúgvingina, skalt tú einans taka høvuðsskeiðið, sum er 2 ár. Er miðnámsprógvið ikki á búskaparbreyt, er tó krav um, at tú tekur 3 handilsfak, áðrenn tú sleppur at byrja á høvuðsskeiðnum. Hesi fakini kunnu takast online og tekur tað skeiðið 5 vikur við fulltíðar lestri. Tær 5 vikurnar skulu takast innanfyri 3 teir fyrstu mánaðirnar av læruni. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fært tú at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan. Vísingin av býtinum ímillum skúla og læru niðanfyri er eitt dømi uppá, hvussu tú skiftir ímillum skúlagongd og læru.

Í læru

Í skúla

Í skúla

Í skúla

Í skúla

Yrkisroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg blómubindari?
Hvat læri eg?
Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú hevur:

  • ?
Royndartíð 6 mánaðar

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin
Skúlagongdin
Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?
Løn undir útbúgvingini
Framtíðar møguleikar
Hagtøl

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.