Ein húsasmiðurin fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.
Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.
Tú lærir ráðlegging, at loysa seruppgávur, um nýhugsan og at finna loysnir. Eisini lærir tú at ráðgeva og um kundatænastu. Á skúlanum lærir tú eisini um umhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum.
1. Skúlaskeið
20 vikur
2. Skúlaskeið
20 vikur
3. Skúlaskeið
10 vikur
Yrkisroynd
5 vikur