(Málari) (Bygningsmaler)

Ein bygningsmálari viðger og málar múr-, træ- og metalflatur. Á skúlanum lærir tú at blanda litir og tú málar við ymisum sløgum av máling.

Sum bygningsmálari arbeiðir tú ofta á byggiplássum, eisini í privathúsum, innan- og uttandura. Til tíðir arbeiðir tú saman við øðrum málarum ella øðrum handverkarum. Tað hevur tí týdning at halda tíðir, sum eru avtalaðar við kundan.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at geva kundum ráð at velja tilfar.

Námsskipan

Hvar er skúlagongdin?