Húsasmiður

Ein timburmaður ella húsasmiður fæst í høvuðsheitum við at við at smíða hús. Talan kann vera um sethús, aðrar bygningar og onnur byggiarbeiði. 

Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í, umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.

 

Hvar er skúlagongdin?

Bygnaður av útbúgving

Dømi um bygna av útbúgving, sum tekur 4 ár. Les meira um skúlagongdina nidarnfyri

Í læru

1. Skúlaskeið
20 vikur

2. Skúlaskeið
20 vikur

3. Skúlaskeið
10 vikur

Sveinaroynd
5 vikur

Ofta spurdir spurningar

Um yrkisútbúgvingina innan timbur

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

UM ÚTBÚGVINGINA

Timburútbúgvingin er ein skiftisútbúgving, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

ÁÐRENN SÁTTMÁLIN VERÐUR UNDIRSKRIVAÐUR

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

  • Sum húsasmiður er umráðandi at hava í huga, at tú hevur:
  • Eina góða heilsu og ert væl fyri kroppsliga, tí arbeiði er fysiskt tungt
  • Hegni og hug at brúka tínar hendur
  • Hug at arbeiða úti í skiftandi veðri og ert før/ur fyri at arbeiða í hæddum (td. tá tøk skulu skiftast)
  • Skil fyri rúmd og formum
  • Fokus á dygd og smálutir
  • Áhuga fyri umhvørvinum
  • Hug at tosa við kundar og ert tænastusinnað/ur
  • Góð samstarvsevnir
  • Hug at nýta KT-amboð
HVUSSU VERÐUR MAN TIMBURMAÐUR

Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum timburmaður. Tú kanst antin

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja inn á skúla

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Tá verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

 

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

 

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst antin byrja uppá eina yrkisútbúgving við at søkja inn á 1. skúlaskeið á einum av miðnámsskúlunum.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.

1. skúlaskeið tekur 20 vikur og byrjar vanliga í august á hvørjum ári. Um tú heldur fram á 2. skúlaskeiði, byrjar tað vanliga í januar og tekur eisini 20 vikur.

Tá tú hevur tikið eitt ár við skúlagongd, slepst ikki víðari, uttan at tú tá gerst lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.

FØRLEIKAMÁL VIÐ ÚTBÚGVINGARLOK

Útbúgvingarkunngerðin fyri timbur sigur, at førleikarnir lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru hesi:

1)   At hallmáta og hæddarmáta øki, áseta kotur og vatnrættar og loddrættar linjur og velja mátitól,

2)   at innrætta eitt byggipláss við atliti at arbeiðsumhvørvi, trygd, gonguvegum, ruskskiljing, veðurviðurskiftum og trivnaðarhentleikum,

3)   at luttaka í fyribyrgjandi trygdararbeiði og í fyriskipanini av hesum á arbeiðsplássinum,

4)   at lesa vegleiðingar og trygdarvegleiðingar,

5)   at gera mongdarútrokningar av tilfari,

6)   at gera hondtekningar og skitsur,

7)   at samskifta við viðskiftafólk,

8)   at meta um dimensiónir, tilfar, amboð og trygdarútgerð,

9)   at leggja út undirsløg,

10) at evna til og byggja upp útvegg við klædningi, seta upp klædning á skjøldur og evna til vindskeiðir, úthang og takskegg,

11) at snøra upp, avbinda, evna til, byggja upp yvirtrom,

12) at leggja ymisk sløg av tróðri,

13) at veksla út, seta takvindeygu í og arbeiða við inndekningum til ymisk taksnið,

14) at evna til og leggja skottrennu,

15) at lekta eina yvirtrom til ávís tøk,

16) at evna til takverk við takskeggi og skálkum,

17) at seta í innhurðar og úthurðar og vindeygu við tilsetningum, inndekningum og fugum,

18) at byggja upp og klæða innanveggir,

19) at byggja upp gólv og veggir í einum vátrúmi,

20) at leggja trægólv við parket ella brettum og øðrum líknandi tilfari,

21) at seta upp loft og undirlag til loft,

22) at seta upp fast innbúgv,

23) at vísa ávísan kunnleika til at seta upp trappur, og

24) at umvæla rotskaðar og soppaskaðar.

Harafturat skal lærlingurin hava kunnleika til siðbundna føroyska byggilist, so sum flagtekja og triðingsreising. Eisini skal næmingurin kenna til ymisk sløg av betongi og hava innlit í kloak- og rørviðurskifti.

LÆRUTÍÐIN

Tað er umráðandi, at undirskrivaði sáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan.

SKÚLAGONGDIN

Í einari føroyskari yrkisútbúgving verður skift ímillum læru og skúlagongd.

Skúlagongd: skúlagongdin kann fara fram í Tórshavn ella í Klaksvík. 55 vikur av teimum 4 læruárunum eru skúlagongd:

  • 1. skúlaskeið er 20 vikur
  • 2. skúlaskeið er 20 vikur
  • 3. skúlaskeið er 10 vikur og
  • sveinaroyndin er 5 vikur

Stutt kann sigast, at 1. skúlaskeið hevur størsta partin av almennu fakunum og eitt sindur av verkstaðslæru. Almenn fak eru fak so sum føroyskt, enskt og støddfrøði. 

2. skúlaskeið er yrkisrættað í størri mun - bert eitt alment fak liggur í hesum skúlaskeiðinum. Á 2. skúlaskeiði verður undirvíst í yrkisfakunum, eins og verkstaðstímarnir eru fleiri.

Á 3. skúlaskeiði byrjar fyrireikingin til sveinaroyndina og eru allir tímar yrkisrættaðir.

Sveinaroyndarskeiðið er til at gera sveinaroyndina, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part.

Tá tú hevur staðið sveinaroyndina fært tú Sveinabræv og kanst kalla teg timburmann og yrkislærdan.

Neyvt yvirlit yvir fak og tímatal sæst í námsskipanini fyri yrkið.

Skúlagongdin fevnir um hesar yrkislærugreinar:

1)   Amboðslæra

2)   Arbeiðsumhvørvi

3)   Betong og forskalling

4)   Byggipláss

5)   Eldsløkking

6)   Fyrstahjálp

7)   Góðskutilvitan

8)   Hæddarmáta og avseta

9)   Ísetan av hurðum og vindeygum

10) Konstruktiónir

11) Snið, skap og litir

12) Tekning

13) Tilfarslæra

14) Trappur, rimaverk og svalar

 

og hesar almennu lærugreinar:

 

1) Alisfrøði E

2) Enskt E

3) Føroyskt E

4) Støddfrøði E

5) Vallærugrein E

 

ROYNDARTÍÐ 6 MÐR

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Tá lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp um teir eru samdir og báðir undirskriva uppsøgnina.

LØN UNDIR LÆRUNI

Lønin sum lærlingur er fastløgd í sáttmála ímillum eitt fakfelag og eitt arbeiðsgevarafelag. Ert tú í læru hjá privatari fyritøku innan timbur, er tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nýggjasta lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini, www.fmr.fo.

FRAMTÍÐARMØGULEIKAR

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða sum timburmaður, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað, eitt nú til byggiteknikara/byggifrøðing ella verkfrøðing. Heldur tú fram, er neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, ein av miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.

Hvar kann eg søkja lærupláss?
Sí námsskipan