Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting

Danskt heiti: Kontor: Administration

Skúlagongd: Føroyar
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
Útbúgvingarlongd við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og 6 mðr
Útbúgvingarlongd við FHS: 3 ár
Útbúgvingarlongd við 9. flokki: 4 ár
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv

Vanlig skrivstovuútbúgving innan fyrisiting kann takast á Glasi. Allar aðrar skrivstovuútbúgvingar krevja danska skúlagongd, sí nærri lýsing av skrivstovuútbúgvingunum við sergrein í vinstra bredda.

Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við kundan og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.

Hvar er skúlagongdin?

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla, sum er í Tórshavn. Eitt dømi uppá býtið ímillum læru og skúlagongd kundi sæð soleiðis út:

Í læru

EUX/Miðnám

Í skúla

Í skúla

Í skúla

Yrkisroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg skrivstovufólk?
Hvat læri eg?

Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann skal duga:

1)     At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott,

2)     at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,

3)     at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,

4)     at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum,

5)     at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,

6)     at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarásetingum í arbeiðsumhvørvislógini,

7)     at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði, og

8)     at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú hevur:

  • ?
Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss". 

Skúlagongdin

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er býtt sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin í útbúgvingini er tilsamans 47 vikur,  og er lutað sundur í eitt grundskeið á 40 vikur (sum er ein full FHS útbúgving) og eitt høvuðsskeið, sum svarar til 7 vikur ella 30 undirvísingardagar, sum vanliga liggja seinasta árið í útbúgvingini. Høvuðsskeiðið er íroknað yrkisroynd, sum er ein vika, tó uttan undirvísing.

Grundskeiðið er skipað sum FHS. Lærlingurin skal hava staðið grundskeiðið, áðrenn hann kann byrja á høvuðsskeiðnum.

Lærlingur, sum hevur miðnámsprógv, áðrenn hann fer í læru, skal í lærutíðini taka hesar lærugreinar við í minsta lagi próvtalinum 02 í miðal fyri at hava staðið alt grundskeiðið:

  1. Virkisbúskap C,
  2. Marknaðarførðsla C,
  3. Kunningartøkni C, og
  4. eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Marknaðarførslu B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 pultstímar.

Lærlingur við HIF-prógvi hevur í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinar, men skal taka málsviðgerðarpartin í lærugreinini Kunningartøkni C, uttan so at hann hevur luttikið í einari EBG-kapping.

Grundskeiðið og einstakar lærugreinar kunnu takast við at fylgja FHS, sum kvøldundirvísing ella sum sjálvlestur. Lærlingur, sum skal taka FHS ella einstakar lærugreinar, skal venda sær til skúlan, sum í samráð við lærlingin og læruplássið leggur undirvísingina til rættis.

Øll kravd skúlagongd er partur av lærutíðini. Um lærlingur gongur í skúla um dagin, skal hann tí ikki frádragast í løn, og liggur skúlagongdin í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til eyka samsýning (yvirtíð ella avspáking) í samráð við arbeiðsgevaran.

Høvuðsskeiðið er skipað í 6 vikur, ella 30 undirvísingar dagar, á tilsamans 240 pultstímar, umframt yrkisroyndina á eina viku, har lærlingurin er frítikin frá øllum arbeiði.

Yvirlit og tímatal fyri allar lærugreinar sæst í námsskipanini (sí leinki niðanfyri).

Yrkislærugreinarnar eru hesar:

Fyriskipan og leiðsla
Menning og framtíðin
Mítt arbeiðspláss
Søla og marknaðarførsla

Almennar lærugreinar eru hesar:

Føroyskt C
Enskt C
Virkisbúskapur C
Kunningartøkni C
Samfelagsfrøði C
Sølubúskapur
Altjóðabúskapur C

Almennar vallærugreinar eru hesar:

Týskt C
Spanskt D/C
Støddfrøði D/C
Visuell marknaðarføring / Dekoratión C
Innovatión C
Ítróttur og heilsa
 

Ert tú 25+

Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan skrivstovuútbúgving.

Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.

Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.

Les meira um førleikameting innan føroysku lærlingaútbúgvingarnar undir leinkinum "Førleikameting".

Set teg í samband við vegleiðingina í Yrkisdeplinum, at fáa nærri kunning um tínar møguleikar.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Framtíðar møguleikar
Hagtøl
Sí námsskipan

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.