Læknaskrivari (EUX)

Danskt heiti: Kontor, speciale - Lægesekretær (EUX)

Skúlagongd: Danmark, sí skúli her
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið
Útbúgvingarlongd við FHS: Vend tær til Yrkisdepilin fyri nærri kunning
Útbúgvingarlongd við 9. flokki: 4 ár, íroknað grundskeið og 40 vikur skúlagongd í Danmark á tilsamans 2 ár (EUX). Um tú ynskir at taka skúlagongdina í Føroyum, vend tær til Yrkisdepilin fyri nærri kunning
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv

Legg til merkis: Útbúgvingin til Læknaskrivara verður niðurløgd. Seinsta upptøkan er á sumri í 2022

Læknaskrivaraútbúgvingin er ein skrivstovuútbúgving við sergrein. Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark, har hon er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. 

Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við viðskiftafólk og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum kt-skipanum.

Sum læknaskrivari arbeiðir tú við sjúklingafyrisiting, sum er at stovna og umsita sjúklingajournalir, hjálpa sjúklingum í móttøkuni og leggja til rættis sjúklingavitjanir í samstarv við læknar og onnur heilsustarvsfólk.

Hvar er skúlagongdin?

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark. Niðanfyri síggjast skúlarnir, har verandi lærlingar taka skúlagongdina.

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan. Vísingin av býtinum ímillum skúla og læru niðanfyri er tí einans eitt dømi uppá, hvussu tú skiftir ímillum skúlagongd og læru.

Í læru

EUX/Miðnám

Í skúla

Í skúla

Í skúla

Yrkisroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg læknaskrivari?
Hvat læri eg?

Skúlagongdin, ið hoyrir til útbúgvingina er í Danmark. Tað merkir, at alt lógarverkið, ið lýsir, hvat útbúgvingin inniheldur, er gjørd av donskum myndugleikum.

Hevur tú hug at lesa meira um útbúgvingina, ber til at leita sær meira vitan við at vitja www.ug.dk og leita eftir "Lægesekretær" ella við at trýsta á leinkjuna ovarliga til høgru.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú hevur:

  • ?
Royndartíð 6 mánaðar

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss". 

Skúlagongdin

Av tí at skúlagongdin er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar sí www.ug.dk og leita eftir "Kontoruddannelsen", ella sí leinkju í høgra bredda.

Hevur lærlingurin lokið aðrar miðnámsútbúgvingar frammanundan, ber til at fáa stytting:

  • Miðnámsútbúgving við búskaparbreyt: lærutíðin er 2 ár og høvuðsskeiðið á 12 vikur verður tikið ígjøgnum lærutíðina
  • Onnur miðnámsútbúgving: lærutíðin er 2 ár og 5 vikur, har lærlingurin, umframt 12 skúlavikurnar á høvuðsskeiðnum, skal taka tvey merkantil fak og eitt yrkisrættað fak. Fakini ið mangla, kunnu takast sum eitt 5 vikur intensivt online skeið, sum skal takast innan fyri 3 teir fyrstu mánaðirnar av lærutíðini. Tey tvey fakini eru Virkisbúskapur C og Kunningartøkni C, umframt yrkisrættaða fakið. 5-vikur skeiðið er fulltíðar lesnaður, og tá er lærlingurin frítikin frá arbeiði. Ikki allir skúlar bjóða online-skeiðið til føroyingar, men tað ber til at taka online-skeiðið á øðrum skúla, t.d. EUC Nordvestsjælland, www.euconline.dk, sum byrjar fjarundirvísing nærum hvørja viku
  • FHS: vend tær til Yrkisdepilin fyri nærri kunning

Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt fæst at vita, tá lærlingurin er tilmeldað/ur danska skúlan.

Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?

Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Løn undir útbúgvingini
Framtíðar møguleikar
Hagtøl

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.