08/02/2021

Skrivstovuútbúgving - nakað fyri teg?

Yrkisdepilin søkir eftir lærlingi til skrivstovuútbúgving við sergrein innan almenna fyrisiting.

Ert tú røkin og dugir at veita góða tænastu? Heldur tú, at málsviðgerð og góð tænasta ljóða spennandi? Hevur tú hug at arbeiða í einum umhvørvi við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum? So er hetta júst rætta læruplássið til tín.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er yrkisútbúgvingarøkið og førleikameting. Vit arbeiða tætt saman við lærumeistarum, lærlingum, skúlum og fólki, ið søkja um førleikameting.

Hjá okkum lærir tú góðan fyrisitingarsið og at veita viðskiftafólkum góða tænastu. Tú fert at læra at arbeiða við fleiri telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við Búskaparskipan Landsins og við Dynamicweb-heimasíðuskipanini, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið

Lærumálini (uppgávurnar) eru m.a.

·       At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost

·       At ansa móttøkuni

·       At fyrireika lærusáttmálar, umsóknir og fyrispurningar til málsviðgerð

·       At upprætta mál og journalisera í 360

·       At hjálpa til við bókhaldi og lønarendurgjøldum til lærupláss

·       At útskriva sveina- og yrkisprógv

·       At vera við til at røkja heimasíðuna www.yrkisdepilin.fo

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

·       hevur royndir við at arbeiða við teldu

·       hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

·       ert røkin og nærløgd/-lagdur

·       dugir væl at fara við fólki og trívist við, at nógv er at gera

Umsøkjarar við gymnasialum miðnámsprógvi hava ein fyrimun.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í stórari menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.

Við einari útbúgving innan almenna fyrisiting kemur tú helst at arbeiða á skrivstovu. Tú fæst nógv við viðskiftafólk og arbeiðsfelagar, so tær skal dáma væl at hjálpa øðrum. Arbeiðið fyrigongur nógv framman fyri einari teldu, og tú skalt brúka KT til stórt sæð allar uppgávur. Títt arbeiði er ymiskt alt eftir, hvar tú arbeiðir. Tað er ein útbúgving, sum kann brúkast nógva staðni.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til:

randif@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. februar 2021, og starvið verður sett 1. apríl 2021.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu Michelsen, skrivstovufólk, á tel. 250835 ella Randi Frederiksberg, leiðara, á tel. 212000.

Skrivstovuútbúgving - nakað fyri teg?