Fyri at gerast lærlingur mást tú fáa í lag lærusáttmála við eitt lærupláss. Eitt arbeiðspláss skal hava læruplássgóðkenning frá Yrkisdeplinum, áðrenn til ber at skriva undir ein lærusáttmála. Yvirlit yvir góðkend lærupláss er at finna her á síðuni og oyðublað til umsókn um læruplássgóðkenning er at finna undir "Oyðubløð".
Ynskir tú at gerast lærlingur, hevur tú eisini møguleika at byrja við skúlagongd og síðani gera lærusáttmála seinni. Tað ber tó einans til at fáa eina fulla yrkisútbúgving við at skriva lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.
Fyri at gerast lærlingur, er neyðugt at tú antin:
Tá tú hevur funnið tær lærupláss, skriva tit lærusáttmála, sum kemur í gildi, tá vit á Yrkisdeplinum hava móttikið hann.