Uppgávur hjá nevndini

Uppgávurnar hjá nevndini eru at gera reglur um hvørja útbúgving sær, herundir taka støðu til:

  • útbúgvingartíðina
  • býtið millum verkliga læru og skúlagongd
  • stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina
  • valið av lærugreinum
  • próvtøku og sveinaroyndir
  • stytting ella leinging av útbúgvingartíðini

Nevndin hevur eisini til uppgávu at:

  • góðkenna lærupláss
  • kanna lærupláss
  • virka fyri bestu viðurskiftum á læruplássum
  • royna semju, um virki og lærlingur ikki kunnu semjast um onkur viðurskifti
  • gera lesiætlanir fyri tær einstøku útbúgvingarnar