Bygnaður

Yrkisdepilin er bindilið millum arbeiðsmarknaðin, Mentamálaráðið og útbúgvingarstovnarnar. Yrkisdepilin er fyrisiting hjá ráðsskipanini, við umboðum frá arbeiðsgevaraum, fakfeløgum og skúlum. Yrkisdepilin umsitur harafturat lærusáttmálar, umframt ferða- og lønarendurgjald til lærupláss.

Yrkisdepilin varðar eisini av føroysku førleikametingarskipanini.