Gerst lærupláss

Fá lærling og ger íløgu í framtíðina! Ein lærlingur kann koma við positivum íblástri og hækka um útbúgvingarstøðið. Vit á Yrkisdeplinum vilja fegin hjálpa tykkum at gerast lærupláss.

Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning. Avgerðandi er, at eitt komandi lærupláss skal hava útbúgvið fólk, ið kann veita nøktandi upplæring.

Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning:

  • Útfyll skjalið Umsókn um læruplássgóðkenning
  • Legg nýtt skrásetingarprógv fyri starvsplássið frá vinnuskránni við
  • Legg sveinabræv/lærubræv/útbúgvingarskjøl hjá yrkislærdum á starvsplássinum við
  • Útfyll upplýsingarblaðið fyri læruplássið og legg tað saman við
  • Send hesi skjøl til Yrkisdepilin