Eri lærlingur

Sum lærlingur er umráðandi, at tú ert vitandi um tíni rættindi og tínar skyldur. Serliga er tað innihaldið í sáttmálanum tú lærir undir, ið tryggjar tíni rættindi sum lærlingur/arbeiðstakari. Sáttmálin sigur millum annað, hvørji rættindi tú hevur, tá tað snýr seg um feriu, sjúku o.a. Harumframt hevur tað týdning, at tú ert tilvitaður um, hvat tú hevur krav uppá at læra úti á læruplássinum og í skúlanum. Útbúgvingarkunngerðin fyri tína útbúgving/yrki lýsir hetta nærri.