Formansfrágreiðing 13. desember 1999


Sambært avgerð á seinasta ráðsfundi, varð nevnd sett til at taka avgerð um setanina av fyrisitara í yrkisnevndafyrisitingini í Yrkisdeplinum. Til starvið vóru komnar 3 umsóknir, og gjørdi nevndin av at seta Erhard Jacobsen í starvið.

 

Um Erhard Jacobsen kann samanumtikið sigast, at hann er 50 ára gamal, er útbúgvin bókavørður í 1982 og hevur starvast sum bókavørður í samanlagt 12 ár. Eisini hevur hann verið fakfelagsskrivari og formaður í Starvsmannafelagnum. Í løtuni er hann í starvi í Arbeiðseftirlitinum sum kunningarleiðari og edv-umsitari. Umframt útbúgving sum bókavørður, hevur Erhard Jacobsen tikið hægri handilsprógv (HH), 1. part av HD-útbúgvingini, fleiri modul í merkonomrøðini, og er í løtuni undir útbúgving til teldustøðing (datamatikara). Setanin av Erhardi Jacobsen verður í dag løgd fyri ráðið til staðfestingar.

 

Síðani ráðið fór undir sítt virksemi, eru hesi mál avgreidd:
1. ummæli til stýrið um kunngerð um ferðaleiðaraútbúgving
2. tilmæli um fíggjarætlan ár 2000
3. tilmæli til stýrið um høvuðskunngerð um yrkisútbúgvingar
4. tilmæli til stýrið um uppskot um kunngerð um sáttmálaskjal
5. tilmæli til stýrið um uppskot um kunngerð um yrkisprógv
6. tilmæli til stýrið um kunngerð um skiftisreglur
7. tilmæli til stýrið um kunngerð um lærusáttmála
8. tilmæli til stýrið um kunngerð um næmingaráð
9. ummæli av kunngerð um FHS
10. uppskot um meginviðtøkur hjá yrkisnevndunum
11. ummæli til stýrið um kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul
12. tilmæli til stýrið um ráðsviðtøkur
13. tilmæli til stýrið um kunngerð um møtiskyldu
14. aðalorðaskifti um skúlagongd við áheitan á stýrið um at seta nevnd

 

Tey mál, sum í høvuðsheitum fara at merkja ráðsarbeiðið komandi várhálvu, eru:


a. fyrireiking av ráðsstevnu
b. tilnevning av yrkisnevndum
c. uppskot um kunngerð um skúlagongd við støði í omanfyri umrødda nevndartilmæli
d. uppskot um kunngerð um undirvísingarførleika
e. viðgera kunngerðir um fíggjar- og arbeiðsmarknaðarútbúgvingar
f. uppskot um kunngerð um hvørjar útbúgvingar eru roknaðar sum yrkisútbúgvingar
g. uppskot um kunngerð um góðkenning av yrkisskúlum

 

Vísandi til a. hava ráðsformaðurin og ráðsfyrisitingin umrøtt møguleikan fyri at skipa fyri einari ráðsstevnu í apríl mánaði ár 2000. Ráðsfyrisitingin fer væntandi at leggja uppskot fyri ráðið hesum viðvíkjandi stutt eftir ársskiftið.

 

Ætlanin er, at tá ið ráðssetan 1999/2000 er at enda komin, skuldu flestu yvirskipaðu kunngerðirnar verið avgreiddar. Eftir hetta verður uppgáva ráðsins í størri mun at taka útbúgvingarskipanina upp til umrøðu og at gera tilmæli um møguligar broytingar o.l.

 

Eg mæli til, at komandi fundur verður mánadagin tann 17. januar 2000 í Yrkisdeplinum á Hoyvíksvegnum. Sum formaður fari eg við hesum at takka ráðslimunum fyri gott samstarv, og ynski øllum við familju eini góð jól og gott nýggjár.

Gerðabók 13. desember 1999


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Kalendarin

juli 2014
Mi
Fr
Le
Su
 
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31
 
 
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur