Gerðabókin 21. mars 2001


Fundarboðini vórðu send ráðslimunum í skrivi tann 12. mars 2001. Fundurin varð settur at verða í Yrkisdeplinum við hesi fundarskrá:


1. Góðkenning av gerðabók frá seinasta ráðsfundi, ráðsfundur nr. 4-2000/2001 tann 7. febr. 2000
2. Formansfrágreiðing
3. Mál nr. 7-2000/2001: Yrkisnevndaskipanin
4. Mál nr. 8-2000/2001: SIT-royndarskipanin
5. Mál nr. 2-2000/2001: Yrkisútbúgving innan fiskaídnað og havbúnað
6. Mál nr. 11-2000/2001: Dagføring av yrkisútbúgvingarlógini
7. Ymiskt, herundir
- kunning um uppskot um ”kunngerð um ferðaleiðaraútbúgving”
- kunning um uppskot um ”kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming”
- kunning um uppskot um ”kunngerð um sáttmálanevnd”
- kunning um uppskot um ”kunngerð um kærunevnd”

 

Ad. 1: Góðkenning av gerðabókini


Gerðabókin frá seinasta ráðsfundi, fundur nr. 4/2000/2001 tann 7. februar 2001 varð góðkend og undirskrivað.

 

Ad. 2: Formansfrágreiðingin


Formansfrágreiðingin til fund nr. 5-2000/2001 varð lisin. Eingin viðmerking var til frágreiðingina.

 

Ad. 3: Mál nr. 7-2000/2001: Yrkisnevndaskipanin


Formaðurin boðaði frá, at ráðsfyrisitingin samsvarandi samtyktini frá seinasta ráðsfundi hevði sent feløgunum skipanina til hoyringar og møguligar viðmerkingar, og at ongar viðmerkingar vóru komnir. Tó hevði ein yrkisnevnd í skrivi til ráðið mælt til, at í minsta lagi 4 limir verða valdir í hvørja yrkisnevnd.

 

JíG upplýsti, at Føroya Handverksmeistarafelag í telduskrivi frá 5. februar 2001 hevði boðað frá, at felagið hevði mælt til, at Matvøruyrkið og Tænastu & Tilvirkisyrkið vóru í sama bólki, og at land- og havbúnaðarfakini, t.e. gartnarafakini, vóru løgd saman við Byggiyrkið.

 

Ráðsfyrsitingin viðmerkti, at hesin spurningur varð umrøddur í uppritinum í málinum á seinasta ráðsfundi, har ráðsfyrsitingin kunnaði soleiðis: ”Upplýsast skal, at til fundin við feløgini hevði ráðsfyrisitingin tilevnað eitt uppskot um skipan við 10 bólkum. Handverkarafeløgini mæla í teirra uppskoti til at leggja gartnarayrkini saman við við byggiyrkinum og at leggja tænastu- og tilvirkisyrkini og matvøruyrkini saman. Ráðsfyrisitingin hevur í uppskotinum til ráðsfundin broytt omanfyri nevnda uppskot sítt soleiðis, at gartnarayrkini nú eru løgd saman við byggiyrkjunum, men mælir til at varðveita tænastu- og tilvirkisyrkini og matvøruyrkini sum 2 bólkar.”. Ráðsfyrisitingin segði, at tað var tað uppskotið, sum varð sent feløgunum, og sum eingin viðmerking var komin til.

 

Viðmerkt varð annars, at tannklinikkassistentar koma undir S&K-felagið, og at hetta yrkið tískil eigur at bólkast undir Skrivstovuyrkið.

 

KL viðmerkti, at tá ið verandi lóg varð tilevnað, var hugsanin tann, at ein nevnd skuldi vera fyri hvørja góðkenda útbúgving. Tá feløgini nú ynskja at broyta skipanina, hóast henda broyting ikki beinleiðis er í andsøgn við lógina, mælti hann til, at tá ið lógin verður dagførd eiga ásetingarnar um yrkisnevndaskipanina at verið broyttar, soleiðis at samsvar er millum lógartekstin og ta skipan, sum nú er ætlanin at praktiserað.

 

Ráðið tók undir við bólkingini av útbúgvingunum í eitt 2 ára royndarskeið. Eisini tók ráðið undir við tilmælunum í uppritinum frá ráðsfyrisitingini, herundir um reglur um innkalling av serkønum.

 

Málið varð síðani latið ráðsfyrisitingini til at avgreiða.

 

Ad. 4: Mál nr. 8-2000/2001: Tilmæli um royndarskipan


Drúgt orðaskifti var um hetta mál. Limirnir vísti á, at á fundinum tann 28. juni 2000, varð ráðið kunnað um skriv frá Mentamálastýrinum til teknisku skúlarnar, dagfest 27. juni 2000, har stýrið eftir umsókn frá skúlunum góðkennir við heimild í § 21 í SIT-lógini og § 18 í HT-lógini, at farið verður undir royndarvirksemi eftir nýggju SIT-skipanini við støði í álitinum frá SIT-arbeiðsbólkinum frá sept. 2000.

 

Í nevnda skrivi verður einki sagt um, at ráðið skal gera sítt tilmæli um loyvi at fara undir hetta royndarvirksemi við heimild í yrkisútbúgvingarlógini. Ikki fyrr enn í februar mánað í ár verður heitt á ráðið um hetta. Ráðslimirnir hildu ikki – nú royndarskeiðið skjótt er liðugt – at tað nú hevur nakra meining at skipa hesa royndarundirvísing við heimild í undantaksreglunum í yrkisútbúgvingarlógini. Haraftrat hildu flestu ráðslimirnir tað verða óheppi fyri yrkisútbúgvingarskipanina – nú skipanin er undir menning – at tann greinin í yrkisútbúgvingarlógini, § 44, sum bert í serligum førum heimilar at víkja frá ásettu reglunum, verður tikin í nýtslu so seint í hesi málsgongdini og enntá við afturvirkandi gildi.

 

Samtykt varð at boða Mentamálastýrinum frá, at samanumtikið er niðurstøða ráðsins, at tað ikki prinsippielt er ímóti, at undirvísing verður skipað sum royndarvirksemi, men heldur, at ein royndarskipan átti at verið betur løgd til rættis, herímillum at tey formellu viðurskiftini í samráð við ráðið vóru fingin í rættlag í góðari tíð frammanundan.

 

Ad. 5: Mál nr. 2-2000/2001: Yrkisútbúgving innan fiskaídnað og havbúnað


Viðgerðin av málinum byrjaði við, at formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum hevði tilevnað ”Áliti um yrkisútbúgving innan fiskaídnað og havbúnað” frá 9. mars 2001, Marita Rasmussen, gav ráðnum eina stutta frágreiðing um álitið. Eisini fingu ráðslimirnir høvi at seta formanninum spurningar. Ráðið tók álitið frá arbeiðsbólkinum til eftirtektar. Ráðið gjørdi av at víkja frá reglunum um, at málið, sum er eitt tilmælismál, skal hava tvær viðgerðir. Ráðið samtykti at mæla landsstýrismanninum til, at skipanin um yrkisútbúgving innan fiskaídnað og havbúnað verður sett í verk frá 1. januar 2002. Somuleiðis samtykti ráðið, at ráðsfyrisitingin saman við formanninum orðar tilmælisskrivið til landsstýrismannin.

 

Ad. 6: Mál nr. 10-2000/2001: Dagføring av yrkisútbúgvingarlógini


Ráðið tók tilmælið frá ráðsfyrisitingin, um at seta eina nevnd til at endurskoða yrkisútbúgvingarlógina, til eftirtektar. Ráðsformaðurin mælti til, at nevndarformaðurin, valdur av ráðnum, skal verða løgfrøðingur og eftirlýsti hvønn løgfrøðing, talan kundi verið um? Ráðsskrivarin upplýsti, at tær báðar nevndirnar – sáttmálanevndin og kærunevndin, hvørs uppskot um kunngerð eru løgd fyri ráðið til kunningar, skulu hava løgfrøðing til formann. Ráðsskrivarin upplýsti eisini, at talan helst verður um, at sami løgfrøðingur verður formaður í báðum teimum nevndunum.
Ráðsskrivarin mælti til, at ráðið tilnevnir sama løgfrøðing til formann í nevndina til at endurskoða yrkisútbúgvingarlógina, tí at hildið var, at hesin løgfrøðingur á tann hátt fær eitt gott høvi til at seta seg inn í lóggávuna á økinum.
Málið varð latið ráðsfyrisitingini at avgreiða.

 

Ad. 7: Ymist


a) Kunning um uppskotið um ”kunngerð um ferðaleiðaraútbúgving ”
Ráðið tók undir við stýrinum um at seta reglurnar í gildi sum eina reglugerð. Mælt varð tó til, at tá ið heimildin at seta á stovn arbeiðsmarknaðarútbúgvingar er upp á pláss, eigur ferðaleiðaraútbúgvingin at verða lýst í kunngerð.

 

b) Kunning um uppskotið um ”kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming”
Ráðið tók undir við, at kunngerðin, sum er í gildi fyri aðar miðnámsútbúgvingar, eisini fær gildi fyri yrkisútbúgvingarøkið.

 

c) Kunning um uppskotið um ”kunngerð um sáttmálanevnd”
Ráðið hevði hesar viðmerkingar til uppskotið:
Mælt varð til, at orðingin ”Valskeiðið er 4 ár” í § 2, stk. 1, verður ístaðin sett í § 2, stk. 2. Mælt varð til, at tað í § 2, stk. 3 verður sett ein freist til at velja limir í nevndina, eftir at ein kæra er komin formanninum í hendi
Mælt varð til at strika hesa orðing, sum kemur fyri tvær ferðir í § 2, stk. 3: ”Umboðið skal lúka tey førleikakrøv, sum eru galdandi fyri limir í yrkisnevndum sambært yrkisútbúgvingarlógina.”.

 

d) Kunning um uppskotið um ”kunngerð um kærunevnd”
Mælt varð til, at tað í § 2, stk. 3 verður sett ein freist til at velja limir í nevndina, eftir at ein kæra er komin formanninum í hendi.
Hildið var, at í § 6 átti ein freist at verið sett til at fáa neyðugu upplýsingarnar í málinum

 

------

 

Møtt skúlaumboð: Hans Chr. Dam (TST), Hans Jacob á Kósini (TSK), Sonja Oyrabø Petersen (HST), Katrin Zachariassen (HSK) og Jákup Andreassen (FVS).

Kalendarin

september 2014
Mi
Fr
Le
Su
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
 
 
 
 
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur