Formansfrágreiðing 21. mars 2001


Uppskotið um yrkisnevndaskipanina, sum var fyri á seinasta ráðsfundinum og sum kemur til 2. viðgerð á fundinum í dag, hevur verið til hoyringar hjá øllum avvarðandi feløgum. Upplýsast skal, at eingin viðmerking er komin frá feløgunum. Tó hevur ráðsfyrisitingin fingið eitt skriv frá einari yrkisnevnd, sum ger sínar viðmerkingar til ætlaðu skipanina. Hetta skriv eru viðlagt fundartilfarinum. Ráðsfyrisitingin hevur til fundin í dag gjørt eitt upprit um skipanina til viðgerðar og støðutakan.

 

Arbeiðsbólkurin, sum ráðið á fundinum í september 2000 tilnevndi til at gera ráðnum tilmæli um yrkisútbúgving innan fiskaídnað og havbúnað, hevur nú lati eitt álit úr hondum, og er álitið eitt av málunum á ráðsfundinum í dag. Ráðsfyrisitingin hevur sum vanligt er, gjørt eitt upprit, sum eisini lýsir nøkur viðurskifti í sambandi við álitið frá arbeiðsbólkinum.

 

Í skrivi frá Mentamálastýrinum, dagfest 16. februar 2001, verður sagt frá, at uppskotið um ”kunngerð um ferðaleiðaraútbúgving”, sum ráðið við heimild í § 1 í yrkisútbúgvingarlógini hevur samtykt og avgreitt til stýrið 27. mai 1999, ikki kann setast í gildi. Grundgevingin fyri hesum verður søgd at verða tann, at orðið ”arbeiðsmarknaðarútbúgving” einans verður nevnt í § 1 í yrkisútbúgvingarlógini, og verður mett, at hetta ikki er ein løgfrøðiliga nøktandi heimild til at seta í gildi nevndu kunngerð. Avrit av skrivi stýrisins er sent limunum saman við fundartilfarinum.

 

Ráðsfyrisitingin mælir til, at ráðið setir eina nevnd til at gjøgnumganga og dagføra verandi yrkisútbúgvingarlóg. Í uppritinum hjá ráðsfyrisitingini verður m.a. víst til omanfyri nevnda skriv frá Mentamálastýrinum, har sagt verður, at ásetingin í verandi lóg ikki er nøktandi, tá talan er um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Eisini vísir ráðsfyrisitingin á, at reglurnar um góðkenning um stytting og reglurnar um almennar lærugreinir eiga at verða tiknar upp til viðgerðar. Ráðsfyrisitingin mælir í sínum uppriti til, at ráðið setir ein arbeiðsbólk við limum frá teimum feløgum, sum hava umboðan í ráðnum, umframt umboð frá Yrkisútbúgvingarráðnum og Mentamálastýrinum. Mælt verður somuleiðis til, at arbeiðsbólkurin letur ráðnum álit um málið í seinasta lagi fyri desember í ár.

 

Loksins skal nevnast, at stýrið og ráðsfyrsitingin nú hava tilevnað tær báðar kunngerðirnar: ”Kunngerð um kærunevnd” samsvarandi § 26 í lógini, og ”Kunngerð um sáttmálanevnd” samsvarandi § 40-42 í lógini. Hesar kunngerðir verða nú lagdar fyri ráðið sum kunningarmál og síðani sendar lógardeildini í Tinganesi til at seta í gildi. Mentamálastýrið mælir til, at ”kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming”, sum er galdandi fyri allar aðrar miðnámsútbúgvngar, og sum ásetir fremjingarreglurnar í royndum og próvtøkum, verður sett til eisini at galda fyri yrkisútbúgvingarnar. Ráðið verður biðið um at taka støðu til, um nøkur forðing er fyri hesum.

Gerðabókin 21. mars 2001


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Kalendarin

desember 2014
Mi
Fr
Le
Su
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31
 
 
 
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur