Formansfrágreiðing 15. juni 2005


Formansfráðgreiðing til ráðsfund nr. 2-2004/2005 tann 15. juni 2005

 

Til fundin í dag, sum er 2. regluligi fundurin í ráðssetuni 2004/2005, eru hesi mál á skránni:

 

Fyrst skal verða sagt frá, at sambært viðtøkum ráðsins, § 6, stk. 1, skulu tilmælismál hava viðgerð í minsta lagi á tveimum ráðsfundum. Tó kann ráðið samtykkja, at tilmælismál í serligum føri kunnu fáa viðgerð á bert einum ráðsfundi. Í stk. 3 er ásett, at tilmælismál sambært stk. 1 skulu vanliga hava seinastu viðgerð áðrenn ráðssetan endar.

 

Ráðið skal tí gera av, um tey tilmælismál, sum eru á skránni í dag, bert fáa 1 viðgerð.

 

Mál nr. 6-2004/2005: 4. viðgerð sum framhaldandi viðgerð av máli nr. 15-2003/2004 viðv. tilráðing frá fyribilsnevnd um yrkisútbúgving innan køksarbeiði og matgerð. Sambært gerðabókina frá seinasta ráðsfundinum varð samtykt at heita á Mentamálaráðið um at siga sína hugsan um nevndu tilráðing. Í svarskrivinum frá landsstýrismanninum/Mentamálaráðnum verður m.a. sagt, at tilráðingin er áhugaverd, men heitir samstundis á Yrkisútbúgvingarráðið um at seta ein arbeiðsbólk til at dagføra verandi kunngerð um skipskokkaútbúgvingina, soleiðis at næmingarnir kunnu fáa avriksflutning til kokkaútbúgvingina.

 

Mál nr. 7-2004/2005: 1. viðgerð av uppskoti til kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót. Mentamálaráðið heitti í skrivi frá 31. august 2004 á Yrkisútbúgvingarráðið um at seta eina fyribilsnevnd til at koma við uppskoti til kunngerð um nevndu útbúgving. Á ráðsfundinum 20. oktober 2004 tók ráðið undir við, at farið verður undir at tilevna eina útbúgvingarkunngerð og heitti á Yrkisdepilin um, saman við serkønari hjálp, at tilevna eitt uppskot. Ráðsskrivarin upplýsir, at uppskotið til kunngerð í stóran mun er gjørt við støði í tilráðingini, sum arbeiðsbólkur handaði Yrkisútbúgvingarráðnum í mai 2004, og við støði í tí leisti, sum aðrar kunngerðir á økinum eru gjørdar eftir.

 

Mál nr. 8-2004/2005: 1. viðgerð av uppskoti til kunngerð um byggismiðútbúgving. Á ráðsfundinum tann 12. november 2003 samtykt ráðið at seta eina fyribilsnevnd til at tilevna kunngerð um byggismiðútbúgvingina. Ráðsskrivarin upplýsir, at uppskotið til kunngerð í stóran mun er gjørt við støði í tilráðingini, sum arbeiðsbólkur handaði Yrkisútbúgvingarráðnum í juni 2003, og við støði í donsku kunngerðini (“struktør og brolægger”) og tí leisti, sum aðrar kunngerðir á økinum eru gjørdar eftir.

 

Mál nr. 9-2004/2005: 1. viðgerð av tilráðing frá ráðsbólki um yrkisnevndaskipanina. Ráðið samtykti í seinasta ráðssetu at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskoti um, hvussu yrkisnevndaskipanin kann mennast og harvið gerast meira hóskandi og nøktandi. Ráðsbólkurin hevur nú tilevnað eina tilráðing til Yrkisútbúgvingarráðið. Víst verður til tilráðingina í málinum. Einki upprit er til málið.

 

Mál nr. 10-2004/2005: 1. viðgerð av góðkenning av útbúgvingini “multimedia integrator”. Í kunngerð nr. 60 frá 13. mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv, er í fylgiskjølum til kunngerðina ásett, hvørjar yrkisútbúgvingar eru góðkendar. Multimedia integrator- útbúgvingin er sambært nevndu kunngerð ikki góðkend útbúgving í Føroyum, og verður tí heittt á Yrkisútbúgvingarráðið um at viðgera útbúgvingina og mæla til ella frá, hvørt útbúgvingin skal verða galdandi í Føroyum.

 

Mál nr. 11-2004/2005: 1. viðgerð av góðkenning av yrkisskeiði. Inn er komin 1 umsókn um góðkenning av yrkisskeiði, og er sostatt talan um ta fyrstu umsóknina av hesum slag við støði í løgtingslóg nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið. Umsóknin er um góðkenning av ferðaleiðaraútbúgving. Undirskrivað umsóknina hava Ferðaráð Føroya, Føroya Ferðaleiðarafelag og Greengate Incoming. Víst verður annars til uppritið í málinum, har millum annað verður mælt til, at sett verður ein fyribilsnevnd at tilevna uppskot til kunngerð, tí at talan er samanhangandi yrkisskeið, sum enda við styttri yrkisrættaðari útbúgving.

 

Ymiskt:


a) Sambært gerðabókini frá seinasta ráðsfundinum varð samtykt, at ráðið skal seta ein arbeiðsbólk við fólki frá handilsskúlunum og Yrkisdeplinum at koma við einari tilráðing til ráðið um skúlagongdina hjá lærlingum innan handilsyrkið. Upplýsast skal, at Yrkisdepilin hevur tosað við Handilsskúlan um hetta, men at tað ikki hevur verið hildin regluligur fundur um hesi viðurskifti.

 

b) Upplýsast skal, at valskeiðið hjá limunum í yrkisnevndunum, sum byrjaði 1. apríl 2001 varð úti 1. apríl í ár. Tí skal nýtt val verða nú. Mælt verður til, at valskeiðið ístaðin byrjar 1. august. Yrkisútbúgvingarlógin varð broytt í apríl 2004 soleiðis, at Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna velja 1 lim í felag í ráðið, samanber § 20, stk. 4, nr. 1. Eingin broyting varð gjørd hesum viðvíkjandi í sambandi við, hvørji feløg skulu velja limir í yrkisnevndirnar. Í § 22, stk. 4 í lógini er ásett, at limirnir í yrkisnevndunum verða valdir av viðkomandi yrkisfeløgum. Mælt verður til, at Landsfelag Handverkaranna (LFH) og Føroya Handverkarafelag í sambandi við fyristandandi val velja limir til yrkisnevndirnar í felag. Ráðið verður biðið um at taka støðu hesum viðvíkjandi. Sí annars yvirlitið yvir yrkisnevndirnar í tilráðingini frá ráðsbólkinum um yrkisnevndaskipanina.

 

c) Yrkisdepilin upplýsir, at Lý Ingibjørg Niclasen, sum hevur starvast í Yrkisdeplinum síðani oktober 2001, er farin úr starvinum. Nýtt fólk verður sett fyrsta dagin. Starvið sum yrkisnevndaskrivari verður lýst í næstum.

 

Juni 2005
Ráðsformaðurin

Gerðabók 15. juni 2005


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Kalendarin

september 2014
Mi
Fr
Le
Su
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
 
 
 
 
 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur