Endurskoðanin


Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum 4. august 2008

Í Ólavsøkurøðu løgmans varð boðað frá, at farið er undir at endurskoða yrkis­útbúgvingarnar. Orsøkirnar til, at farið er undir hetta endurskoðanararbeiðið eru mangar. Samfelagið broytist alla tíðina og hava londini kring okkum støðugt broytt og dagført sínar útbúgvingar seinastu mongu árini. Nevnast kann eisini, at flestu lond í Evropa, herundir eisini Norðurlondini, eru við í millumlanda avtalum, har m.a. millumlanda góðkenning av útbúgv­ingunum og menning av samstarvinum landanna millum eru nøkur av teimum málum, sum londini raðfesta frammarlaga.

Verandi yrkisútbúgvingarskipan varð sett í verk við løgtingslóg nr. 94 frá 29. des. 1998 og hevði hendan lógin í stóran mun støðið í donsku lógini frá 1989. Víttfevndar útbúgvingar­ligar og skipanarligar broytingar eru gjørdar í Danmørk og í okkara grannalondum síðani tá, ikki minst tá ið talan eru um viðurskifti innan útbúgvingarøkið, sum t.d. altjóðagerð, samvinna, flytføri, nýskapan og førleika­menning.
Yvirskipaðu málini, ið ætlanin er at røkka við einari dagførdari skipan, eru m.a.:
·         at tryggja, at yrkisútbúgvingarnar í Føroyum eru á hædd við og góðkendar sum verandi á sama stigi sum samsvarandi útbúgvingar í okkara granna­londum,
·         at fáa í lag avtalur um millumlanda viðurkenning av føroysku yrkisútbúgv­ingunum, lærubrøvum og skúlaprógvum umframt at menna millumlanda sam­starvið á yrkis­­útbúgvingar­økinum,
·         at tryggja avlærdum at kunna halda fram í víðari útbúgvingum í hinum Norður­londunum og úti í heimi, og
·         at laga yrkisútbúgvingarnar og skipanina av útbúgvingunum eftir egnum fortreytum í samsvari við avmarkaða tilfeingið.
Ein nevnd er sett við umboðum fyri avvarðandi vinnu, yrkisskúlar og Mentamála­ráðið umframt ein tilvísingarbólkur við umboðum fyri avvarðandi yrkisfeløg, lærarafeløg og stovnum til at viðgera og gera viðmerkingar til til­mælini hjá nevndini.
Ein ella tvær ráðstevnur verða ætlandi hildnar sum íblástur til endurskoðanina og sum samstundis kunnu verða eitt høvi hjá politikarum og øðrum áhuganum til at seta seg inn hesi viðurskifti.
Ætlanin er, at endurskoðanararbeiðið skal verða lokið við árslok 2009.
“Tað hevur alstóran týdning, at Føroyar hava útbúgvingar, ið eru fult á hædd við tær, ið eru í grannalondum okkara, soleiðis at hesar verða góðkendar eisini uttanfyri Føroyar.
Nýggjar yrkisútbúgvingar skulu tryggja, at góðskan er í hásæti, samstundis sum hesar verða skipaðar eftir føroyskum fortreytum. Ongin ivi um, at endurskoðaðu yrkisútbúgvingarnar fara at geva føroyingum meira nútímans og altjóða yrkisútbúgvingar, og fer hetta at koma lærlingunum og læruplássunum, skúlunum og vinnulívinum og øllum samfelagnum til góðar”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum.
Mentamálaráðið 4. august 2008

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur