Um Yrkisnevndina


Sambært lóg um yrkisútbúgvingar verður sett yrkisnevnd, ið skal gera reglur fyri hvørja útbúgving sær.

Limirnir í yrkisnevndini verða valdir av viðkomandi yrkisfeløgum, og arbeiðsgevarar og løntakarar skulu hava javnstóra umboðan í nevndini.

Uppgávur hjá nevndini er at gera reglur um hvørja útbúgving sær, herundir taka støðu til:

útbúgvingartíðina

býtið millum verkliga læru og skúlagongd

stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina

valið av lærugreinum

próvtøku og sveinaroyndir

stytting ella leinging av útbúgvingartíðini.

Nevndin hevur eisini til uppgávu:

at góðkenna lærupláss

at kanna lærupláss

at virka fyri bestu viðurskiftum á læruplássum

at royna semju, um virki og lærlingur ikki kunnu semjast um onkur viðurskifti

at gera lesiætlanir fyri tær einstøku útbúgvingarnar

Nevndin hevur regluliga fundir, umleið tvær ferðir um mánaðin, ella tá ið tørvur er á tí.
Sí fundarskrá her.

 

Fyrisitingin


Yrkisdepilin er fyrisitingin hjá yrkisnevndunum.

Fyrisitari er:
Janus á Ryggi, yrkisnevndaskrivari
Teldup. janusar@yrkisdepilin.fo

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur