Frítíð

Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars (innvinningarárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin við løn sett í mun til starvstíðina. Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári. Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). Tá ið spurningar verða settir Yrkisdeplinum um løn, frítíð og líknandi, verður víst til frítíðarlógina og lønarsáttmálan hjá viðkomandi yrkisfeløgum.

Barsilsskipanin Víst verður til heimasíðuna hjá Barsilsskipanini sí www.barsil.fo Um lærlingur og lærupláss koma ásamt um at leingja lærutíðina, so skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum á oyðublaðnum Umsókn um broyting í lærusáttmála. Hetta hevur týdning fyri at fyrisitingin og skúli kunnu fáa fráboðan um, at lærutíðin hjá viðkomandi lærlingi er longd, og at lærlingur tessvegna ikki fær møtt upp til skúlagongd vegnað barnsburð.
Ynskir tú at broyta lærusáttmálan? Tað eru møguligt at broyta lærusáttmálan, og tað eru ymiskar orsøkir at lærlingur og lærupláss ynskja at broyta sáttmálan. Søkjast kann um at leingja, stytta ella seta sáttmálan úr gildi. Fyri at góðkenna umsóknina, skulu bæði lærlingur og lærupláss skriva undir, og møguligar grundgevingar og viðmerkingar skulu framganga av umsóknini. Um ósemja er partanna millum og bert annar sáttmálapartur skrivar undir, skal málið leggjast fyri viðkomandi yrkisnevnd, ið skal royna semju partanna millum. Um yrkisnevndin ikki megnar at fáa semju í lag, ella um partarnir ynskja at kæra avgerðina hjá yrkisnevndini, kann avgerðin kærast til sáttmálanevndina, ið er sett av landsstýrismanninum at viðgera ósemjur millum lærling og lærupláss. Umsóknin um broyting í lærusáttmálanum er at finna undir oyðubløð.
Skúlagongdin hjá lærlingum Í sambandi við læruna, skulu lærlingar í skúla við ávísum millumbilum. Er talan um handverkslærlingar, fer skúlagongdin fram í einum føroyskum ella donskum tekniskum skúla, og er talan um lærlingar í handils- ella skrivstovuyrkinum, fer skúlagongdin fram á Føroya Handilsskúla ella á einum donskum handilsskúla. Sambært § 4, stk. 3 í galdandi kunngerð um lærusáttmálar, kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001, er ásett, at "Tá ið lærupláss frá skrivstovuni hjá avvarðandi yrkisnevnd hevur móttikið góðkenda sáttmálan, skal læruplássið innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla.". Hetta vil siga, at tá ið eitt lærupláss frá Yrkisdeplinum hevur móttikið góðkendan lærusáttmála, er eisini hjálagt eitt yvirlit yvir tann skúla ella teir skúlar, sum lærlingurin kann innskrivast á og eitt innskrivingaroyðublað. Mannagongdin í sambandi við innskrivingina av lærlingi til skúlagongdina er sostatt: • Yrkisdepilin sendir læruplássinum góðkendan lærusáttmála umframt eitt skúlayvirlit og eitt innskrivingaroyðublað • Læruplássið útfyllir innskrivingaroyðublaðið og sendur tað til tann valda skúlan saman við avriti av lærusáttmálanum • Er talan um handverkslærling og skúlagongdin er á donskum skúla, skal læruplássið eisini útfylla og senda annað innskrivingarblað til donsku yrkisnevndina saman við avriti av lærusáttmálanum. Í nevndu § 4, stk. 4 er ásett, at "skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar og hvussu leingi skeiðið varir." Tað er bert neyðugt hjá læruplássum at innskriva lærling til tað fyrsta skúlaskeiðið.
Tá lærupláss ella lærlingur siga upp sáttmálan eftir at royndartíðin er farin Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Meginreglan er sostatt, at báðir partar skulu skriva undir tá slík broyting verður gjørd í lærusáttmálanum. Tað kemur fyri, at annar parturin ikki vil skriva undir. Talan er tá um ósemju millum lærling og lærupláss, sum tá verður málið fyrisiti eftir ásetingunum í § 40 í lógini, sum ásetir, at ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd. Eisini kemur fyri, at annar parturin ikki skrivar undir, orsaka av, at hesin partur ikki finst. Er farin til skips, farin uttanlands ella okkurt tílíkt. Ongar reglur eru ásettar, hvussu tá skal farast fram. Yrkisdepilin hevur tí gjørt hesar fyrisitingarreglur: 1. Yrkisdepilin skal skrivliga boða partinum frá, at neyðugt er at fáa hansara/hennara undirskrift sambært § 38, stk. 1 í lógini, ella at hann/hon sambært § 40 í lógini hevur møguleika at fáa málið lagt fyri avvarðandi yrkisnevnd. Hann/hon verður samstundis biðin um at boða Yrkisdeplinum frá hvat hann vil. 2. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar, verður nýtt skriv sent honum/henni, har fráboðanin í fyrra skrivinum verður endurtikin. 3. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar eftir seinna skrivið, verður nýtt skriv sent honum/henni, har boðað verður frá, at um Yrkisdepilin ikki hevur frætt aftur innan 14 dagar, verður lærusáttmálin settur úr gildi. 4. Tá 14 dagar eru farnir eftir at seinasta skrivið (ad. 3) er sent sáttmálapartinum, og Yrkisdepilin einki hevur frætt aftur, verður lærusáttmálin strikaður úr skipanini og avrit av ógildaða lærusáttmálanum sent báðum sáttmálapørtunum.
Vegleiðing til ein við føroyskum sveinabrævi ið ætlar sær at arbeiða í Noreg Vegleiðing um hvat gerast skal, um ein við føroyskum sveinabrævi ætlar sær at arbeiða í Noregi innan eitt yrkið, ið er regulera av norskari lóggávu.
Hvør skal gjalda uppihald á skúlaheimi, tá ið lærlingur er í skúla? Í yrkisútbúgvingarlógini er einki ásett um hetta, og merkir hetta tískil, at tað ikki er álagt læruplássinum at rinda hesar útreiðslur. Okkum kunnugt rinda flestu læruplássini vistarhaldið fyri lærlingar sínar, men stuðul verður ikki veittur, og heldur ikki verður nakað alment ískoyti veitt. Tá ið lærlingar fara til Danmarkar í skúla fær læruplássið eitt fast ískoyti til ferðútreiðslurnar, sum í løtuni er kr. 3500 fyri hvørt skúlaskeið. Fyri at fáa ferðagjald, skal oyðublaðið Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss útfyllast og sendast til Yrkisdepilin. Tað skal undirstrikast, at ein uppgerð skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 8 vikur eftir hvørt skúlaskeið.
Kann lærlingur skifta til aðra útbúgving? Tað kemur við millumbilum fyri, at lærlingur, sum er byrjaður í læru í ávísari yrkisútbúgving, seinni ynskir at koma í læru í einari aðrari yrkisútbúgving, áðrenn hann/hon er liðugur við ta fyrru útbúgvingina. Yrkisdepilin fær í slíkum føri spurningin, um hetta kann lata seg gera og hvussu ein skal bera seg at í slíkum føri. Fyrst er at siga, at hevur ein frammanundan ein lærusáttmála við fyritøku, eigur hesin fyrst at verða settur úr gildi, áðrenn til ber at gera nýggjan sáttmála. Fyri at kunna seta ein lærusáttmála úr gildi eftir at 3-mánaðar royndartíðin er úti, skulu bæði lærlingurin og læruplássið skriva undir upp á, at sáttmálin verður settur úr gildi. Eru hesar treytir loknar, kann lærlingur gera nýggjan lærusáttmála við somu ella aðra fyritøku og byrja yrkisútbúgvingina í tí útbúgvingini, sum hann ístaðin ynskir at koma í læru í. Er útbúgvingin, sum ein ístaðin fer undir, nærskyld við ta útbúgvingina, ein áður fór undir, kann lærlingurin søkja um at fáa ein part av lærutíðini í nýggju útbúgvingini stytta. Umsóknin skal sendast til Yrkisdepilin, og tekur avvarðandi yrkisnevnd støðu til umsóknina.
Hvør rindar undirvísingartilfarið ella tilfar til yrkis- ella sveinanroyndir? Í § 10 í yrkisútbúgvingarlógini eru trinnanda ásetanir viðvíkjandi útreiðslum í sambandi við skúlagongdina hjá lærlingum. Í stk. 1 er ásett, at landskassin veitir stuðul til tær beinleiðis undirvísingarútreiðslurnar. Høvuðsreglan her er, at talan er um útreiðslur, sum einki beinleiðis hava við tað einstaka læruplássið ella tann einstaka lærlingin at gera. Sum dømi kann nevnast løn til lærarar, hølisútreiðslur og útreiðslur til útbúnað. Í stk. 2 er ásett, at læruplássini rinda útreiðslurnar til undirvísingartilfar undir skúlagongd. Her er talan um tilfar, sum lærlingarnir skulu brúka undir skúlagongdini. Í høvuðsheitum er talan um bókatilfar o.l., sum lærlingarnir sambært lesiætlanini skulu hava. Stk. 2 ásetir eisini, at læruplássini rinda tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir. Tað er ikki í øllum útbúgvingum, at serligt tilfar verður nýtt til royndirnar. Í t.d. træyrkjunum verður ein lutur tilevnaður, so sum partur av einari trappu, modell av einum húsið o.l. Undir viðgerðini av lógarbroytingini av hesi lógargrein varð umrøtt, at tann sum rindar eisini hevur ræðisrættin. Við øðrum orðum eiga læruplássini tað undirvísingartilfarið og tilfarið, sum verður nýtt til royndirnar og sum tey hava rindað fyri. Viðvíkjandi uppgávum, rapportum v.m. ið vera gjørdar undir skúlagongdini, um ikki annað er avtalað, verður víst til Løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt § 1 stk. 2. Í stk. 4 er ein sera eintýðug áseting, nevnliga, at skúlagongdin er ókeypis fyri lærlingarnar. Hetta vil siga, at lærlingar als ikki rinda fyri sjálva skúlagongdina. Leggur lærlingurin pening út fyri neyðugt keyp av bók/bókum e.l., eigur hann at fáa útreiðslurnar endurgoldnar av læruplássinum.
Kann eg útbúgva meg víðari aftaná at eg havi fingið læru- ella sveinabræv? Ja, tú kanst gott útbúgva teg víðari aftaná at tú hevur fingið læru- ella sveinabræv. Tað eru nógvir møguleikar at útbúgva teg víðari. Sí meira á Setrið, Uddannelses Guiden ella aðrar viðkomandi síður í øðrum londum.
Leinging av lærutíð Sambært § 36 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett soleiðis: Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin, vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið. Um lærlingur og lærupláss koma ásamt um at leingja lærutíðina, so skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum á oyðublaðnum Umsókn um broyting í lærusáttmála Hetta hevur týdning fyri at fyrisitingin og skúli kunnu fáa fráboðan um, at lærutíðin hjá viðkomandi lærlingi er longd, og at lærlingur t.d. tessvegna ikki fær møtt upp til skúlagongd, ella at lærlingur, sum møguliga skal hava almannastuðul, kann fáa váttan um, at lærutíðin er longd t.d. vegna sjúku ella farloyvi orsaka barnsburð. Leinging av lærutíðini vegna sveinaroynd Í § 27, stk. 2 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at sveina- ella yrkisroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Verður sveina- ella yrkisroynd hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, skal sáttmálin leingjast samsvarandi. Um sveina- ella yrkisroynd verður hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, hvør skal so taka stig til sáttmálabroytingina? Høvuðsreglan er, sum tað framgongur av ásetingini, at sveinaroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Hinvegin kemur fyri, at sáttmálatíðin av onkrari orsøk er úti áðrenn sveinaroynd hevur verið hildin, og tá skal sambært ásetingina lærusáttmálin broytast og leingjast samsvarandi. Av tí at hetta er eitt lógarkrav, tekur Yrkisdepilin stig til sáttmálabroytingina. Tað verður gjørt á tann hátt, at Yrkisdepilin broytir lærusáttmálatíðina til at enda seinasta dagin, sum sveinaroyndin hjá viðkomandi lærlingi er sett at verða. Samstundis boðar Yrkisdepilin bæði lærlinginum og læruplássinum frá sáttmálabroytingini.
Læruplássgóðkenning Umsókn um læruplássgóðkenning verður útfylt og latin Yrkisdeplinum saman við skrásetingarprógvi frá vinnuskránni og sveina-/lærubrævi hjá yrkislærdum á virkinum. Eisini skal váttan um, at yrkislærdur hevur minst 3 ára starvsroyndir innan yrkið, sendast við umsóknini. Nærri upplýsingar um læruplássgóðkenning eru at finna í Reglugerð um góðkenning av læruplássum. Umsóknin verður viðgjørd á fundi í viðkomandi yrkisnevnd, og virkið fær sendandi skriv um niðurstøðuna hjá nevndini. Um virkið er góðkent sum lærupláss, kann sáttmáli gerast við lærling í sama yrki og/ella í somu sergrein, sum nevnd er í gókenningini. Ein læruplássgóðkenning varir í 5 ár. Tá ið tey 5 árini eru liðin, skal søkjast av nýggjum.
Lærusáttmáli Lærusáttmálaskjalið er at fáa frá Yrkisdeplinum; virkið kann fáa tað sent ella koma eftir tí, skjalið kann eisini takast niður av heimasíðu Yrkisdepilsins www.yrkisdepilin.fo undir oyðubløð. Síðani verður lærusáttmálin útfyltur og undirskrivaður av sáttmálapørtunum. Lærusáttmálin skal undirskrivast áðrenn læran byrjar, t.v.s. at sáttmálin kann í fyrsta lagi taka við, sama dag hann er undirskrivaður. Umsitingargjaldið á 3000 kr. skal rindast áðrenn Yrkisdepilin sendir lærusáttmálan aftur til partarnar. Yrkisdepilin eftirkannar um sáttmálin er rætt útfyltur og um læruplássið lýkur treytirnar, t.d. um talið av yrkislærdum og talið av lærlingum samsvara, (vanliga skal ein yrkislærdur verða fyri hvønn lærling). Eisini skal framganga hvussu lønin er avtalað millum sáttmálapartarnar, og hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna. Um lærlingurin hevur lokið prógv aftaná fólkaskúlan, skulu avrit av hesum leggjast við lærusáttmálanum, og um partur av læruni fer fram í øðrum virki (útisetavirki), skal viðmerkjast hvat virki talan er um, v-tal og tíðarskeið. Báðir sáttmálapartar skulu skriva undir lærusáttmálan, og um lærlingurin er undir foreldramyndugleika, skal verji lærlingsins eisini skriva undir. Um alt er í lagi, letur Yrkisdepilin Mentamálastýrinum lærusáttmálan til góðkenningar. Tá góðkenningin er farin fram, verður sáttmálin skrásettur og sáttmálapartarnir fáa hvør sítt avrit av góðkenda lærusáttmálanum.
Lærutíðin hjá lærlingum, sum fara í læru innan skrivstovu- ella handilsyrkið 1) Hjá lærlingum við 9. floks prógvi er lærutíðin 4 ár. 2) Hjá lærlingum við FHS-prógvi er lærutíðin 3 ár. 3) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi er lærutíðin 2 1/2 ár. 4) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi og sum harumframt hava FHS-prógv er lærutíðin 2 ár. 5) Hjá lærlingum við HH-prógvi er lærutíðin 2 ár. Omanfyri nevndu reglur eru galdandi fyri lærlingar, sum fara í læru eftir 1. juli 2006. Viðv. ad. 1): Lærlingar, sum ikki hava FHS-prógv, skulu taka hesa støðisútbúgvingina í 4 ára lærutíðini. Hetta kann gerast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Støðisútbúgvingin skal verða lokin áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini. Viðv. ad 3): Lærlingar við students-, HF- ella HT-prógvi skulu í lærutíðini hava tikið hesar lærugreinir við í minsta lagi próvtalinum 6 í miðal: Virkisbúskapur C, Sølubúskapur C, Kunningartøkni C, og eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Sølubúskapur B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 tímar. Lærlingar við HIF-prógvi hava í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinir, men skulu taka málsviðgerðapartin í lærugreinini Kunningartøkni C, tó ikki, um lærlingur við HIF-prógvi hevur luttikið í einari EBG-kapping. Nevndu lærugreinir kunnu takast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Lærugeinirnar skulu verða loknar áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini. Avrit av próvskjølunum skulu latast Yrkisdeplinum, tá ið allar lærugreinirnar eru loknar. Aftaná 1. juli 2006 geva hesar lærugreinir ikki stytting í lærutíðini. Øll kravd skúlagongd í sáttmálatíðini, bæði tá talan er um støðisútbúgvingina (samanber ad. 1) ella tá talan er um stakar lærugreinir (samanber ad. 3) er partur av lærutíðini. Hetta merkir, at um lærlingur gongur á skúla um dagin, verður hann ikki frádrigin í løn. Fer skúlagongdin fram í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til kompensatión í samráð við sín arbeiðsgevara.Lærlingar, sum skulu taka omanfyri nevndu FHS-støðisútbúgving ella lærugreinir, eiga at venda sær til handilsskúlan, sum leggur eitt tímaskema fyri undirvísingina í støðisútbúgvingini ella lærugreinunum í samráð við tann einstaka lærlingin.
Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss Viðv. lønarendurgjaldinum: Í §33, stk. 4 í yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at "Landskassin endurrindar læruplássunum lærlingalønina, sum tó ikki kann verða hægri enn ásetta minstalønin sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg, meðan lærlingurin fær ta til læruna hoyrandi skúlagongd". Í kunngerðini, kunngerð nr. 116 frá 14. desember 2000 um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss, er ásett, at frítíðarløn skal íroknast endurgjaldið. Viðv. ferðagjaldinum: Í §33, stk. 5 í lógini er ásett, at "Landskassin veitir læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum." Ferðaendurgjaldið er tilsamans kr. 3.500 fyri hvørt skúlaskeið. Sí annars undir "viðmerkingar", nr. 2-4. Hvussu geri eg? Hevur lærupláss lærling, sum tekur ella hevur tikið ávíst skúlaskeið, skal læruplássið og skúlin útfylla oyðublaðið "Lønarendurgjald til lærupláss" ella oyðublaðið "Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss" Oyðubløðini fáast frá Yrkisdeplinum ella skúlunum. Talan er sum nevnt um 2 oyðubløð. Annað oyðublaðið ("Lønarendurgjald til lærupláss") skal nýtast, tá lærlingur hevur gingið í føroyskum skúla, og hitt ("Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss"), tá lærlingur hevur gingið í donskum skúla. Tað seinna skal sostatt nýtast til bæði lønarendurgjald og til ferðagjald. Oyðubløðini fáast frá Yrkisdeplinum ella heintast á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo. undir Oyðubløð. Viðmerkingar: Høvuðstreytirnar fyri at fáa nevndu gjøld útgoldin eru, at ein lærusáttmáli er gjørdur millum læruplássið og lærlingin, og at lærusáttmálin er góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum (Yrkisdeplinum). Ferðagjaldið verður bert útgoldið, um so er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum til at taka ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Hetta merkir, at um lærlingur tekur eitt ella fleiri skúlaskeið í Danmark, men at hesi skeið kundu verið tikin í Føroyum, hevur lærupláss ikki rætt til at fáa útgoldið ferðagjald. Tekur lærlingur 2 ella fleiri skeið ísenn, verður bert 1 ferðagjald útgoldið, um so er, at lærlingurin ikki ferðast millum heimstaðin/læruplássið og skúlan meira enn ta eina ferðina. Í mesta lagi 1 ferðagjald verður útgoldið fyri hvørt skúlaskeið, hóast lærlingur t.d. ferðast millum heimstaðin/læruplássið og skúlan í heyst- ella jólaferiuni e.l. Oyðublaðið "lønarendurgjald til lærupláss" (tá lærlingur hevur gingið í føroyskum skúla) ella oyðublaðið "Lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss" (tá lærlingur hevur gingið í donskum skúla) skal sendast Yrkisdeplinum í seinasta lagi 8 vikur eftir hvørt skúlaskeið.
Lønarendurgjald til lærupláss, tá ið sáttmálin er longdur § 27. Stk. 2. 1) Sveina- ella yrkisroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Verður sveina- ella yrkisroynd hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, skal sáttmálin leingjast samsvarandi. Spurningurin er: Hvat fáa læruplássi endurgoldið (lønarendurgjald) tá lærlingurin hevur verið í skúla? Svar: Sjálvt um lærlingurin í hesum føri fer í 5. læruár, fær læruplássið endurgoldið 4 árs lærlingaløn eftir sáttmála millum viðkomandi yrkisfeløg.
Lønarviðurskiftini hjá teimum, sum fara undir eina yrkisútbugving Tá lærusáttmáli verður undirskrivaður, skal teigur 5 (lønar- og arbeiðsviðurskifti) í lærusáttmálanum útfyllast. Har er viðmerkt hvør lønarsáttmáli er galdandi (millum hvørji yrkisfeløg), hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna og lønarútgjaldsdagur. Ofta er eisini ivi um lønina, tá ið lærlingur er sjúkur/sjúkrameldaður. Tá ið spurningar verða settir Yrkisdeplinum um lønarviðuskifti, vísa vit altíð til viðkomandi yrkisfelag. Viðv. fyrispurningum um løn í sambandi við barnsburðarfarloyvi, verður víst til nýggju barsilsskipanina (Barsilsskipanin www.barsil.fo - tlf 352600)
Burturmist sveina- ella lærubræv - Kann eg fáa nýtt? Ja, ein kann gott fáa nýtt sveinabræv/lærubræv, um tað gamla er burturmist. Tá ið tað kemur fyri skal Yrkisdepilin hava at vita navn, føðingardag, nær sveinaroyndin/yrkisroyndin er staðin, og hvat viðkomandi er avlærdur sum.
Reglur um góðkenning av læruplássum Sambært galdandi reglugerð við gildi frá 1. september 2000 (sum eisini liggur á heimasíðuni - sí her) verður eitt virki góðkent sum lærupláss út frá meting, um virkið er ført fyri at lúka tær treytir fyri verkligu læruna, sum eru ásettar í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar. Tað eru viðkomandi yrkisnevnd, sum samtykkir, um eitt virki lýkur treytirnar fyri at verða góðkent. Tær vanligu treytirnar eru: AT YRKISLÆRT FÓLK VIÐ SAMSVARANDI ÚTBÚGVING OG MINST 3 ÁRA ARBEIÐSROYNDUM, SUM KANN STANDA FYRI UPPLÆRINGINI, ER Á STAÐNUM AT VIRKIÐ JAVNAN FREMUR ALLAR ELLA TÆR TÝDNINGMESTU ARBEIÐSUPPGÁVURNAR, SUM HOYRA TIL VIÐKOMANDI YRKISGREIN AT VIRKIÐ HEVUR TA ÚTGERÐ, SUM ER NEYÐUG FYRI AT KUNNA ÚTINNA ARBEIÐSUPPGÁVURNAR AT VIRKIÐ LÝKUR TREYTIRNAR UM ARBEIÐSUMHVØRVI, SUM ERU ÁSETTAR Í LÓGUM OG REGLUM UM GOTT OG TRYGT ARBEIÐSUMHVØRVI Um eitt virki ikki í fullan mun lýkur omanfyri nevndu treytir, kann góðkenningin verða treytað av, at partur av læruni kann fara fram á øðrum góðkendum læruplássi - tað, sum nevnt verður útisetavirki. Eisini kann virki, sum á onkran hátt lýkur treytirnar ella partar av treytunum fyri læruplássgóðkenning, fáa fyribils góðkenning at taka lærling í læru. Ein góðkenning er bert galdandi í 5 ár. Um einhvør broyting hendir, sum kunnu ávirka upplæringarumstøðurnar, hevur virkið skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum. Avgerðir, sum yrkisnevndirnar taka sambært hesi reglugerð, kunnu leggjast fyri eina kærunevnd. Umsókn um læruplássgóðkenning skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Yrkisdeplinum ella heintast á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo. undir Oyðubløð.
Skúlagongdin hjá lærlingum Í sambandi við læruna, skulu lærlingar í skúla við ávísum millumbilum. Er talan um handverkslærlingar, fer skúlagongdin fram í einum føroyskum ella donskum tekniskum skúla, og er talan um lærlingar í handils- ella skrivstovuyrkinum, fer skúlagongdin fram á Føroya Handilsskúla ella á einum donskum handilsskúla. Sambært § 4, stk. 3 í galdandi kunngerð um lærusáttmálar, kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001, er ásett, at "Tá ið lærupláss frá skrivstovuni hjá avvarðandi yrkisnevnd hevur móttikið góðkenda sáttmálan, skal læruplássið innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla.". Hetta vil siga, at tá ið eitt lærupláss frá Yrkisdeplinum hevur móttikið góðkendan lærusáttmála, er eisini hjálagt eitt yvirlit yvir tann skúla ella teir skúlar, sum lærlingurin kann innskrivast á og eitt innskrivingaroyðublað. Mannagongdin í sambandi við innskrivingina av lærlingi til skúlagongdina er sostatt: • Yrkisdepilin sendir læruplássinum góðkendan lærusáttmála umframt eitt skúlayvirlit og eitt innskrivingaroyðublað • Læruplássið útfyllir innskrivingaroyðublaðið og sendur tað til tann valda skúlan saman við avriti av lærusáttmálanum • Er talan um handverkslærling og skúlagongdin er á donskum skúla, skal læruplássið eisini útfylla og senda annað innskrivingarblað til donsku yrkisnevndina saman við avriti av lærusáttmálanum. Í nevndu § 4, stk. 4 er ásett, at "skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar og hvussu leingi skeiðið varir." Tað er bert neyðugt hjá læruplássum at innskriva lærling til tað fyrsta skúlaskeiðið.
Tá lærupláss ella lærlingur siga upp sáttmálan eftir at royndartíðin er farin Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Meginreglan er sostatt, at báðir partar skulu skriva undir tá slík broyting verður gjørd í lærusáttmálanum. Tað kemur fyri, at annar parturin ikki vil skriva undir. Talan er tá um ósemju millum lærling og lærupláss, sum tá verður málið fyrisiti eftir ásetingunum í § 40 í lógini, sum ásetir, at ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd. Eisini kemur fyri, at annar parturin ikki skrivar undir, orsaka av, at hesin partur ikki finst. Er farin til skips, farin uttanlands ella okkurt tílíkt. Ongar reglur eru ásettar, hvussu tá skal farast fram. Yrkisdepilin hevur tí gjørt hesar fyrisitingarreglur: Yrkisdepilin skal skrivliga boða partinum frá, at neyðugt er at fáa hansara/hennara undirskrift sambært § 38, stk. 1 í lógini, ella at hann/hon sambært § 40 í lógini hevur møguleika at fáa málið lagt fyri avvarðandi yrkisnevnd. Hann/hon verður samstundis biðin um at boða Yrkisdeplinum frá hvat hann vil. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar, verður nýtt skriv sent honum/henni, har fráboðanin í fyrra skrivinum verður endurtikin. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar eftir seinna skrivið, verður nýtt skriv sent honum/henni, har boðað verður frá, at um Yrkisdepilin ikki hevur frætt aftur innan 14 dagar, verður lærusáttmálin settur úr gildi. Tá 14 dagar eru farnir eftir at seinasta skrivið (ad. 3) er sent sáttmálapartinum, og Yrkisdepilin einki hevur frætt aftur, verður lærusáttmálin strikaður úr skipanini og avrit av ógildaða lærusáttmálanum sent báðum sáttmálapørtunum.
Stytting í lærutíðini Um lærlingur frammanundan hevur lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bara fevna um vantandi partarnar av verkligu læruni og skúlagongdini. Um lærlingur, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi starvsroyndum, hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt. Um lærlingur og lærupláss meta, at lærlingur lýkur onkra av hesum treytum, t.d. um lærlingur hevur lokið part av skúlagongdini, sum hoyrir til yrkisútbúgvingina lærlingurin er undir, ber til at søkja um stytta lærutíð. Ella um lærlingur hevur viðkomandi starvsroyndir, t.d. hevur starvast við tað sama, sum sáttmálin fevnir um, áðrenn viðkomandi er byrjaður at læra. Umsóknin um styttað lærutíð verður fest á oyðublaðið "umsókn um broyting í lærusáttmála". Oyðublaðið er at finna her á heimasíðuni. Umsóknin verður send til Yrkisdepilin. Viðkomandi yrkisnevnd viðgerð síðani málið á komandi fundinum (upplýsast kann, at hvør yrkisnevnd hevur 4 ella 5 fundir um árið). Fái eg stytt lærutíðina orsakað av aldri? Nei, aldur er ikki grundarlag fyri at fáa stytt lærutíðina. Í lógini er tó ásett, at fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, lærusáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja at stytta lærutíðina. Søkjast kann um stytta ella longda lærutíð, og skal tá oyðublaðið Umsókn um broyting í lærusáttmála útfyllast og sendast Yrkisdeplinum. Umsóknin skal verða undirskrivað av bæði læruplássinum og lærlinginum.
Tá lærlingur arbeiðir niðursetta tíð ella talan er um endurútbúgving Yrkisútbúgvingarlógin hevur onga áseting um endurútbúgving. Sostatt koma fólk, sum tørva endurútbúgving undir somu reglur sum onnur. Yrkisútbúgvingarlógin ásetir tó í § 36, stk. 1, nr. 4, at lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin, hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum. Hetta merkir, at arbeiðir lærlingur niðursetta arbeiðstíð (eisini orsaka t.d. endurútbúgving), skal útbúgvingartíðin leingjast samsvarandi eftir avtalu millum lærupláss og lærling. Lærlingur kann sostatt arbeiða (læra) við niðursettari tíð. Mælt verður tó til, at arbeiðstíðin (lærutíðin) ikki skal verða undir hálva tíð. Lærutíðin verður longd samsvarandi. Fer lærlingur í niðursetta tíð eftir at hann er byrjaður í læru, skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum.
Um dagpening vegna sjúku Sambært § 7 í lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag & Landsfelag Handverkaranna og Føroya Arbeiðsgevarafelag & Føroya Handverksmeistarafelag um sjúku er ásett soleiðis: Viðvíkjandi sjúku verður víst til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku. Læknaváttan skal leggjast fram, um so er at meistarin ella virkið krevir tað (hóast dagpeningaskipanina). Lógin, ið talan er um, er Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. Lógin liggur á heimasíðuni logir.fo. Lógin ásetir m.a. soleiðis, - Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir. - Tann, ið seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 20 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi. - Verður fráboðan um sjúkrafráveru móttikin á Almannastovuni í seinasta lagi 30. dagin aftaná 1. fráverudag, kann dagpeningur játtast frá og við 1. fráverudegi. - Verður fráboðanin móttikin á Almannastovuni seinni enn ásett í stk. 1, kann dagpeningur bert játtast frá móttøkudegnum. - Dagpengamóttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin Almannastovuni rættstundis. - Dagpeningaveitingin verður goldin afturút fyri eina viku í senn. Lógin fevnir eisini um lærlingar. Gev gætur: • at hevur tú seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni verið í løntum arbeiði í minst 20 tímar tilsamans, hevur tú rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, • at tú skalt fráboða sjúkrafráveruna til Almannastovuni í seinasta lagi 30. dagin aftaná 1. fráverudag, og • at umsóknaroyðublað til dagpening fæst frá Almannastovuni.
Um lærupláss (virki) fer konkurs Tað kemur fyri, at virki, sum hevur lærusáttmála við ein ella fleiri lærlingar, fer konkurs. Hvørji fyrilit eiga at verða tikin í slílkum føri? Yrkisútbúgvingarlógin ásetir í § 16 soleiðis (undirstrikingin er gjørd av Yrkisdeplinum): ”Verkliga læran fer fram á einum ella fleiri virkjum, ið eru góðkend sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd, og hon er grundað á lærusáttmála millum lærling og viðkomandi virki. Broytast fyritreytirnar fyri áður givna góðkenning, hava lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.” Hetta merkir, at tað sum høvuðsregla er skyldan hjá tí einstaka læruplássinum (virkinum) at boða frá, tá ið virkið t.d. fer konkurs og tær harvið grundleggjandi fyritreytirnar fyri einum lærusáttmála sostatt detta burtur. Í § 39 í lógini er harumframt ásett (undirstrikingin gjørd av Yrkisdeplinum): UM ANNAR PARTURIN IKKI HELDUR SKYLDUR SÍNAR, KANN HIN PARTURIN SIGA LÆRUSÁTTMÁLAN UPP (STK. 1), UM ONKUR TÝDNINGARMIKIL TREYT FYRI AT GERA LÆRUSÁTTMÁLAN ER SKEIV ELLA SEINNI DETTUR BURTUR, KANN HIN PARTURIN SIGA SÁTTMÁLAN UPP (STK. 2), AT UPPSØGN EFTIR STK. 1 ELLA 2 SKAL FARA FRAM INNAN EIN MÁNAÐI EFTIR, AT UPPSIGANDI PARTURIN HEVUR FINGIÐ KUNNLEIKA UM VIÐURSKIFTINI ELLA EFTIR VANLIGUM SKETNI SKULDI HAVT FINGIÐ KUNNLEIKA TIL VIÐURSKIFTINI, SUM UPPSØGNIN ER GRUNDAÐ Á (STK. 3). Hetta merkir, at fer eitt virki (lærupláss) konkurs og tær harvið grundleggjandi fyritreytirnar fyri einum lærusáttmála detta burtur, samber stk. 2, kann læruplássið og/ella lærlingurin boða frá hesum. Legg til merkis, at fráboðanin frá tí, sum sendir inn uppsøgnina eftir stk. 2, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini. Í sambandi við uppsøgnina, sum skal verða skrivlig og undirskrivað, er tað av týdningi, at m.a. upplýsingarnar verða grundgivnar og sagt verður frá, frá hvørjum degi sáttmálin skal setast úr gildi.
Umsókn um broyting í lærusáttmála Tað er møguligt at gera broytingar í lærusáttmálanum. Umsóknin um broyting í lærusáttmála er at finna á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir oyðubløð. Tað eru ymiskar orsøkir til, at lærlingar og lærupláss søkja um broyting í lærusáttmálanum. Søkjast kann um at leingja, stytta ella at seta sáttmálan úr gildi. Fyri at góðkenna umsóknina, skulu bæði lærlingur og lærupláss skriva undir, og møguligar grundgevingar og viðmerkingar skulu framganga av umsóknini. Um ósemja er partanna millum og bert annar sáttmálapartur skrivar undir, skal málið leggjast fyri viðkomandi yrkisnevnd, ið skal royna semju partanna millum. Um yrkisnevndin ikki megnar at fáa semju í lag, ella um partarnir ynskja at kæra avgerðina hjá yrkisnevndini, kann avgerðin kærast til sáttmálanevndina, ið er sett av landsstýrismanninum at viðgera ósemjur millum lærling og lærupláss. Í § 35 í yrkisútbúgvingarlógini framgongur hvørjar treytir eru fyri, at lærlingur kann søkja um stytta lærutíð, og at umsóknin kann verða gingin á møti. Her er ásett: "Hevur lærlingur frammanundan lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bert fata um vantandi partarnar av verkligu læruna og skúlagongdini, smb. § 8, stk. 2 og § 9, stk. 1. (stk. 1) Fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fatar um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt eftir teimum í § 8 ásettu reglum um útbúgvingartíð." (stk. 2) Um lærlingur søkir um at fáa lærutíðina stytta grundað á áður loknað skúlagongd, skulu prógv fyriliggja saman við umsóknini um broyting í lærusáttmálanum. Um lærlingur søkir um at fáa lærutíðina stytta grundað á viðkomandi arbeiðsroyndir, skal váttan um arbeiðsroyndirnar fyriliggja saman við umsóknini um broyting í lærusáttmálanum. Um søkt verður um at leingja lærusáttmálan, framgongur í §36 hvørjar treytirnar eru fyri tí. Har er ásett: Stk. 1. Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin, vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4. hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum Stk. 2. Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna. Stk. 3. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið.
Uppsagnarviðurskifti eftir at lærutíðin er staðin Hvussu er, tá ið lærutíðin hjá lærlingi er lokin. Hevur arbeiðsgevari (lærupláss) ella lærlingur uppsagnarskyldu? Yrkisútbúgvingarlógin hevur ongar ásetingar um uppsagnarskyldu, tá ið lærlingur hevur lokið lærutíðina. Einasti lønarsáttmáli, sum hevur áseting hesum viðvíkjandi er sáttmálin millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, har tað í § 9, stk. 4 er ásett soleiðis: Ynskir lærumeistari at siga upp lærling í samband við, at hann hevur útstaðið lærutíð sína, so verður hetta at gera við 1 mánaða freist til tann 1.sta í einum mánaði. Henda ásetingin í lønarsáttmálanum millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelagið skal skiljast soleiðis, at hevur lærumeistari (lærupláss) ikki sagt upp lærling, tá hann hevur útstaðið lærutíð sína, er lærlingur at rokna sum framvegis í starvi til arbeiðsgevarin sigur hann upp við 1 mánaða freist til tann 1.sta í einum mánaði. Sáttmálin sigur einki um, um lærlingur hevur nakra uppsagnarfreist. Niðurstøðan er sostatt, - at partarnir eru bundir at lærusáttmálanum til lærutíðin sambært lærusáttmálanum er úti - at lærlingur er leysur av læruplássinum, tá ið hann/hon hevur lokið lærutíðina sambært lærusáttmálanum - at lærupláss ikki hevur skyldu at hava lærling í starvi eftir at lærutíðin sambært lærusáttmálanum er úti, samanber tó omanfyri nevndu áseting í sáttmálanum millum S&K-felagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Uppsøgn av lærusáttmála Høvuðsreglan (Yl §§ 38-42) er, at aftan á royndartíðina, sum eftir verandi lóg er 3 mánaðir, kann lærusáttmálin ikki sigast upp. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Váttanin skal gerast á oyðublaðnum: Umsókn um broyting í lærusáttmála. Í royndartíðini kann annar parturin tó siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina. (Yl § 38, stk. 2) Er royndartíðin lokin, og skuldi tað hent, at annar parturin ikki heldur skyldur sínar, so kann hin parturin siga sáttmálan upp. Uppsøgning skal tá koma ikki seinni enn ein mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini, sum uppsøgning er grundað á. Eru partarnir ósamdir um onkur týðandi viðurskifti viðvíkjandi læruni, herundir um uppsøgn av sáttmála, so eiga teir at leggja málið fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum so skal royna semju. Kann yrkisnevndin ikki fáa partarnar at koma til semju um uppsøgn av sáttmála, so kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald. Í seinasta lagi 8 vikur eftir at sáttmálanevndin hevur gjørt úrskurð, kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt. Lærusáttmáli fellur burtur, um lærlingur av eini hvørji orsøk (YL §30) verður útihýstur frá undirvísingini á skúla, har skúlagongdin er. Onnur viðurskifti, sum kunnu gera, at sáttmáli verður settur úr gildi eru eitt nú, at virki heldur uppat, og at fyritreytirnar fyri góðkenning av virki sum lærupláss detta burtur.
Hvussu gerst mítt virkið góðkent sum lærupláss?

Áðrenn tú kanst taka lærling, er neyðugt at virkið fær góðkenning sum lærupláss. Góðkenningina ber til at fáa við at søkja til Yrkisdepilin. Góðkenningin verður grundað á eina meting av, um virkið er ført fyri at lúka treytirnar fyri verkligu læruna, sum eru ásettar í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingarnar.

Vanligar treytir fyri góðkenning eru:

  • at yrkislært fólk við samsvarandi útbúgving og minst 3 ára arbeiðsroyndum starvast á virkinum, arbeiðir á staðnum og kann standa fyri upplæringini
  • at virkið javnan arbeiðir við øllum teimum týdningarmestu uppgávunum sum hoyra til viðkomandi yrkisgrein
  • at virkið hevur útgerð, sum er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðsuppgávurnar
  • at virkið lýkur treytirnar um eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi. Her ber til at lesa um lógir og reglur tá kemur til arbeiðsumhvørvi

Lýkur virkið ikki omanfyri nevndu treytir, kann góðkenningin gevast, treytað av, at partur av læruni fer fram á øðrum góðkendum læruplássi - hetta verður nevnt "útisetavirki".

Eisini kann virki, sum á onkran hátt lýkur treytirnar ella partar av treytunum fyri læruplássgóðkenning, fáa fyribils góðkenning at taka lærling í læru.

Ein læruplássgóðkenning er galdandi í 5 ár. Um einhvør broyting hendir, ið kann ávirka upplæringarumstøðurnar, hevur virkið skyldu til at boða Yrkisdeplinum frá hesum.

Allar avgerðir hjá Yrkisdeplinum kunnu leggjast fyri eina kærunevnd. 

Oyðublað til umsókn av læruplássgóðkenning kann takast niður her.

Hvussu verður lærlingurin tilmeldaður skúlan?

Í sambandi við læruna, skulu lærlingar í skúla við ávísum millumbilum. Bæði tá talan er um handverkslærlingar og um lærlingar í handils- ella skrivstovuyrkinum, kann skúlagongdin fara fram á einum føroyskum ella donskum skúla, alt eftir hvørja útbúgving talan er um.

Er talan um útbúgving, har skúlagongdin er í Føroyum, skulu lærlingur og lærumeistari, tá teir undirskriva sáttmálan, eisini krossa av, hvørjum skúla lærlingurin ynskir at taka skúlagongdina. Lærusáttmálin verður síðan sendur til Yrkisdepilin, sum góðkennir og skrásetir hann. Tá sáttmálin er liðugt avgreiddur í Yrkisdepilinum verður hann sendur aftur til lærling og lærupláss, samstundis sum Yrkisdepilin sendir skúlanum boð um nýggja lærlingin. 

Er hinvegin talan um útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark, skal læruplássið sjálvt innskriva lærlingin til góðkendan yrkisskúla. Tá góðkendi lærusáttmálin verður sendur frá Yrkisdeplinum aftur til læruplássið, er yvirlit hjálagt yvir tann skúla ella teir skúlar, sum lærlingurin kann innskrivast á, saman við einum innskrivingaroyðublaði.

Mannagongdin í sambandi við innskrivingina av lærlingi til skúlagongdina er sostatt: 

  • Yrkisdepilin sendir læruplássinum góðkenda lærusáttmálan saman við skúlayvirliti og innskrivingaroyðublaði
  • Læruplássið útfyllir innskrivingaroyðublaðið og sendur tað til tann valda skúlan saman við avriti av lærusáttmálanum
  • Er talan um handverkslærling har skúlagongdin er á donskum skúla, skal læruplássið eisini útfylla og senda annað innskrivingarblað til donsku yrkisnevndina saman við avriti av lærusáttmálanum

Læruplássið hevur skyldu til at melda lærlingin til skúla so skjótt sum góðkendi sáttmálin er teimum í hendi. Í seinasta lagi 4 vikur áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, fáa lærlingur og arbeiðspláss boð frá skúlanum um, nær skúlin byrjar og hvussu leingi skeiðið varir. Tað er bert neyðugt hjá læruplássum at innskriva lærling til fyrsta skúlaskeið. Tá lærlingurin er komin í skúlaskipanina, hendir restin sjálvvirkandi.

Hvussu kann lærusáttmálin sigast upp eftir at royndartíðin er farin?

Tá royndartíðin er farin, ber ikki til at siga lærusáttmálan upp, uttan so at báðir partar skriva undir. Tað kemur fyri, at annar parturin ikki vil skriva undir. Talan er tá um ósemju millum lærling og lærupláss. Kemur hetta fyri, verður mælt til, at tann ið ynskir at uppsiga sáttmálan biður um fund, har greitt verður frá og grundgivið verður fyri, hví man ynskir at uppsiga sáttmálan. Í flestu førum verður málið loyst á hendan hátt.

Førir fundurin millum partarnar ikki til eina semju, kann tann parturin, sum ynskir at uppsiga sáttmálan, kæra málið til Yrkisdepilin, sum tá fær uppgávuna at royna semju. Eydnast tað framvegis ikki, verður ein nevnd sett at finna loysn á málinum.

Ásetingarnar í hesum viðvíkjandi síggjast her.

Aðrar orsøkir kunnu eisini verða fyri, at báðir partar ikki fáa skrivað undir, so sum at annar parturin ikki er til staðar. Ongar reglur eru ásettar, hvussu tá skal farast fram. Yrkisdepilin hevur tí gjørt eina mannagongd. Fyrsta stigið er, at Yrkisdepilin skrivliga boðar partinum frá, at hann hevur 14 dagar at boða Yrkisdeplinum frá, hvørt hann skrivar undir ella um hann/hon ynskir fáa málið lagt fyri nevnd til at gera niðurstøðu. 

Um viðkomandi ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar, sendir Yrkisdepilin nýtt skriv, har fráboðanin í fyrra skrivinum verður endurtikin, eins og greitt verður frá at letur viðkomandi ikki frætta frá sær næstu 14 dagarnar, verður lærusáttmálin settur úr gildi. Tá 14 dagar eru farnir eftir at seinasta skrivið er sent partinum, og Yrkisdepilin onki hevur frætt aftur, verður lærusáttmálin strikaður úr skipanini og avrit av ógildaða lærusáttmálanum sent báðum sáttmálapørtunum.

Ber til at uppsiga ein lærusáttmála?

Teir fyrstu 6 mánaðirnar kann annar parturin uppsiga lærusáttmálan einsamallur. Eru 6 mánaðir farnir, er útgangsstøði, at báðir partar skriva undir fyri at sáttmálin skal fara úr gildi. Skúlagongd verður ikki roknað sum partur av royndartíðini.

 

Eftir 6 mánaðir er útgangsstøði, at báðir partar mugu skriva undir hetta skjalið, fyri at lærusáttmálin skal fara úr gildi.

Tað kemur tó fyri, at annar parturin ikki vil skriva undir. Talan er tá um ósemju millum lærling og lærupláss. Tað kann vera at annar parturin ikki metir, at hin heldur sínar skyldur. Í slíkum førum kann eini parturin einsamallur undirskrivað skjalið um broyting í lærusáttmála og tilskilað, at viðkomandi ynskir, at lærusáttmálin verður settur úr gildi. Slík uppsøgn skal tó ikki koma seinni enn ein mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika til viðurskiftini uppsøgnin er grundað á.

Hareftir verður málið lagt fyri yrkisnevndina ið skal royna semju millum partarnar. Men um eingin semja fæst í lag, verður málið beint í sáttmálanevnd, ið tekur endaliga støðu til lærusáttmálan.

 

Aðrar orsøkir til at lærusáttmáli fellur burtur

Lærusáttmáli fellur burtur, um lærlingur av eini hvørji orsøk verður útihýstur frá undirvísingini á skúla, har skúlagongdin er.


Onnur viðurskifti, sum kunnu gera, at sáttmáli verður settur úr gildi eru eitt nú, at virki heldur uppat, og at fyritreytirnar fyri góðkenning av virki sum lærupláss detta burtur.

Hvussu geri eg, um eg ikki fái samband við hin sáttmálapartin?

Í samband við, at lærusáttmáli skal uppsigast, kemur eisini fyri, at annar parturin ikki skrivar undir, orsaka av, at hesin partur ikki finst. Er farin til skips, farin uttanlands ella okkurt tílíkt. Ongar reglur eru ásettar, hvussu tá skal farast fram. Yrkisdepilin hevur tí gjørt hesar fyrisitingarreglur:

 

1. Yrkisdepilin skal skrivliga boða partinum frá, at neyðugt er at fáa hansara/hennara undirskrift sambært lógini, ella at hann/hon sambært lógini hevur møguleika at fáa málið lagt fyri yrkisnevndina. Hann/hon verður samstundis biðin um at boða Yrkisdeplinum frá hvat hann vil.

2. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar, verður nýtt skriv sent honum/henni, har fráboðanin í fyrra skrivinum verður endurtikin.

3. Um sáttmálaparturin ikki letur frætta frá sær innan 14 dagar eftir seinna skrivið, verður nýtt skriv sent honum/henni, har boðað verður frá, at um Yrkisdepilin ikki hevur frætt aftur innan 14 dagar, verður lærusáttmálin settur úr gildi.

4. Tá 14 dagar eru farnir eftir at seinasta skrivið (ad. 3) er sent sáttmálapartinum, og Yrkisdepilin einki hevur frætt aftur, verður lærusáttmálin strikaður úr skipanini og avrit av ógildaða lærusáttmálanum sent báðum sáttmálapørtunum. 

Kann eg velja eina aðra útbúgving?

Tað kemur við jøvnum millumbilum fyri, at lærlingur, sum er byrjaður í læru í ávísari yrkisútbúgving, seinni ynskir at koma í læru í einari aðrari yrkisútbúgving, áðrenn hann/hon er liðugur við ta fyrru útbúgvingina.

Yrkisdepilin fær í slíkum føri spurningin, um hetta kann lata seg gera og hvussu ein skal bera seg at í slíkum føri.

Fyrst er at siga, at hevur ein frammanundan ein lærusáttmála við fyritøku, eigur hesin fyrst at verða settur úr gildi, áðrenn til ber at gera nýggjan sáttmála. Fyri at kunna seta ein lærusáttmála úr gildi eftir at 6-mánaðar royndartíðin er úti, skulu bæði lærlingurin og læruplássið skriva undir upp á, at sáttmálin verður settur úr gildi. Eru hesar treytir loknar, kann lærlingur gera nýggjan lærusáttmála við somu ella aðra fyritøku og byrja yrkisútbúgvingina í tí útbúgvingini, sum hann ístaðin ynskir at koma í læru í.

Er útbúgvingin, sum ein ístaðin fer undir, nærskyld við ta útbúgvingina, ein áður fór undir, kann lærlingurin søkja um at fáa ein part av lærutíðini í nýggju útbúgvingini stytta. Umsóknin skal sendast til Yrkisdepilin, og tekur yrkisnevndin støðu til umsóknina.

Krevst serligt loyvi fyri at gerast lærupláss?

Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning. Avgerðandi er, at eitt komandi lærupláss hevur nokk av viðkomandi uppgávum at bjóða einum lærlingi, umframt at læruplássið skal hava útbúgvi fólk, ið kann veita nøktandi upplæring.

Nærri kunning um hvussu farast skal fram fyri at fáa góðkenning, er at finna her.

Kann eg fáa nýtt sveinabræv ella lærubræv um tað gamla er burturmist?

Ja, til ber at fáa nýtt sveinabræv/lærubræv, um tað gamla er burturmist.

Yrkisdepilin skal hava at vita navn, føðingardag, nær sveinaroyndin/yrkisroyndin er staðin, og hvørja útbúgving tú hevur tikið.

Eg ætli til Noregs at arbeiða, hvussu beri eg meg at?

Vegleiðing um hvat gerast skal, um ein við føroyskum sveinabrævi ætlar sær at arbeiða 
í Noregi innan eitt yrkið, ið er regulera av norskari lóggávu.

Hvussu við barsilstíð í lærutíðini?

Víst verður í hesum sambandi til barsilsskipanina.

Um lærlingur og lærupláss koma ásamt um at leingja lærutíðina, so skal hetta fráboðast Yrkisdeplinum á oyðublaðnum Umsókn um broyting í lærusáttmála.  

Hetta hevur týdning fyri at fyrisitingin og skúli kunnu fáa fráboðan um, at lærutíðin hjá viðkomandi lærlingi er longd, og at lærlingur tessvegna ikki fær møtt upp til skúlagongd vegnað barnsburð. 

Hvussu er við feriu í lærutíðini?

Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars (innvinningarárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. 

Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin við løn sett í mun til starvstíðina.

Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári. Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið).

Tá ið spurningar eru settir Yrkisdeplinum um løn, frítíð og líknandi verður víst til frítíðarlógina og lønarsáttmálan hjá viðkomandi yrkisfeløgum.

Hvussu er við lønar- og ferðaendurgjaldi til læruplássið?

Læruplássinum fær endurrindað part av lønini lønina, sum tað hevur goldið lærlinginum meðan viðkomandi hevur verið í skúla. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg.

Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið.

Fyri at fáa hetta, er neyðugt hjá læruplássinum at søkja um tað, oyðibløð eru at finna her fyri lærlingar sum hava gingið á føroyskum skúlum. Lønar- og ferðaendurgjald fyri lærlingar sum hava gingið á donskum skúlum kann heintast her. 

Hvussu høgt er lønarendurgjaldi tá lærusáttmálin verður longdur?

Talan kann t.d. vera um, at lærusáttmálin verður longdur, tí at sveinaroyndin enn ikki er hildin. Í slíkum førum fær læruplássið tó ikki hægri enn svarandi til 04. árs lærlingaløn. eisini hóast lærlingurin ferð undir 05. læruárið.

Hvør rindar undirvísingartilfar ella tilfar til yrkis- og sveinaroyndir?

Sambært lógini er skúlagongdin ókeypis fyri lærlingarnar. Hetta vil siga, at lærlingar als ikki rinda fyri sjálva skúlagongdina. Leggur lærlingurin pening út fyri neyðugt keyp av bók/bókum e.l., eigur hann at fáa útreiðslurnar endurgoldnar av læruplássinum.

Hinvegin so rinda fyri útreiðslurnar ið standast av undirvísingartilfari, ið lærlingurin skal ogna sær sambært t.d. lesiætlanum.

Læruplássini rinda tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir. Tað er ikki í øllum útbúgvingum, at serligt tilfar verður nýtt til royndirnar. Í t.d. træyrkjunum verður ein lutur tilevnaður, so sum partur av einari trappu, modell av einum húsið o.l. Undir viðgerðini av lógarbroytingini av hesi lógargrein varð umrøtt, at tann sum rindar eisini hevur ræðisrættin. Við øðrum orðum eiga læruplássini tað undirvísingartilfarið og tilfarið, sum verður nýtt til royndirnar og sum tey hava rindað fyri.

Kann eg útbúgva meg víðari eftir lokna yrkisútbúgving?

Møguleikarnir eru nógvir, tá tað snýr seg um at útbúgva seg víðari eftir at hava lokið eina handverks-, handils- ella skrivstovuútbúgving. Tó eru eingir víðari útbúgvingarmøguleikar innan onkrar av yrkisútbúgvingunum. Her eru nøkur fá dømi um, hvørjir møguleikar eru fyri at útbúgva seg víðari eftir loknað yrkisútbúgving:

 

Læru- ella sveinabræv sum:

Framhaldandi útbúgving til:

Víðariútbúgving:

bakari, kondittari

prosess-teknologur

 

bilmekanikari

maskinmeistari

verkfrøðingur

bygningsmálari

bygningskontruktørur

 

elektrikari

installatørur, elektronik-teknologur,

verkfrøðingur

handilsútbúgving

handils-akademiútbúgving

 

kokkur

akademi-gastronomur o.a.

 

landbúnaðartøkningur

landbúnaðarteknologur

 

maskinsmiður

maskinteknikari, maskinmeistari

verkfrøðingur

miðlagrafikari

m.a. grafiskur designari o.a.

 

rørsmiður

byggiteknikari

verkfrøðingur

skrivstovuútbúgving

marknaðarførings- ella finansøkonomur o.a.

skrásettur grannskoðari

smiður

maskinmeistari

verkfrøðingur

snikkari

bygningskonstruktørur

verkfrøðingur

timburmaður

byggiteknikari, bygningskonstruktørur

verkfrøðingur


Viðmerkjast skal, at fyri at verða tikin upp til eina verkfrøðingaútbúgving krevst, at ein tekur ”adgangskursus til ingeniøruddannelserne”, um so er, at ein ikki hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving ella ikki hevur ávísar lærugreinir á einum nóg høgum stigi. Til ber at fáa fleiri upplýsingar um møguleikarnar fyri at útbúgva seg víðari í t.d. Danmark við m.a. at fara inn á heimasíðuna hjá Uddannelsesguiden. 

Í hvørjum førum verður lærutíðin longd?

Lógin ásetur at lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin:

Lógin ásetir harumframt, at lærutíðin bert kann leingjast meiri enn lærlingurin hevur verið burtur um yrkisnevndin góðkennir avtaluna.

Ósemjur um longdina av lærutíð skal til støðutakan í yrkisnevndini.

Í serligum førum kann yrkisnevndin samtykkja at stytta ella leingja lærutíðina.

Skal lærutíðin leingjast um sveinaroyndin ikki er gjørd?

Yrkisútbúgvingarlógin ásetur, at sveina- ella yrkisroyndir skulu vera hildnar áðrenn sáttmálatíðin er liðug. Um sveinaroyndin ikki verður hildin fyrr enn eftir sáttmálatíðina, so eigur Yrkisdepilin at taka stig til, at leingja lærutíðina, soleiðis at lærutíðin endar so skjótt sveinaroyndin er hildin. Hetta verður fráboða lærlingi og læruplássi.

Hvussu bera vit okkum at við at gera lærusáttmála?

Lærusáttmálaskjalið kann takast niður her. 

Síðani verður lærusáttmálin útfyltur og undirskrivaður av sáttmálapørtunum. Lærusáttmálin skal undirskrivast áðrenn læran byrjar, t.v.s. at sáttmálin kann í fyrsta lagi taka við, sama dag hann er undirskrivaður. 

Lærusáttmálin er tó ikki galdandi, fyrr enn hann er inni í Yrkisdeplinum.

 

Umsitingargjaldið á 3000 kr. skal rindast áðrenn Yrkisdepilin sendir lærusáttmálan aftur til partarnar.

 

Yrkisdepilin eftirkannar um sáttmálin er rætt útfyltur og um læruplássið lýkur treytirnar, t.d. um talið av yrkislærdum og talið av lærlingum samsvara, (vanliga skal ein yrkislærdur verða fyri hvønn lærling). Eisini skal framganga hvussu lønin er avtalað millum sáttmálapartarnar, og hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna.

 

Um lærlingurin hevur lokið prógv aftaná fólkaskúlan, skulu avrit av hesum leggjast við lærusáttmálanum, og um partur av læruni fer fram í øðrum virki (útisetavirki), skal viðmerkjast hvat virki talan er um, v-tal og tíðarskeið.

 

Báðir sáttmálapartar skulu skriva undir lærusáttmálan, og um lærlingurin er undir foreldramyndugleika, skal verji lærlingsins eisini skriva undir. Um alt er í lagi, letur Yrkisdepilin Mentamálastýrinum lærusáttmálan til góðkenningar. Tá góðkenningin er farin fram, verður sáttmálin skrásettur og sáttmálapartarnir fáa hvør sítt avrit av góðkenda lærusáttmálanum

Hvussu long er lærutíðin hjá teimum, ið fara undir skrivstovu- ella handilsútbúgving?

1) Hjá lærlingum við 9. floks prógvi er lærutíðin 4 ár.
2) Hjá lærlingum við FHS-prógvi er lærutíðin 3 ár.
3) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi er lærutíðin 2 1/2 ár.
4) Hjá lærlingum við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi og sum harumframt hava FHS-prógv er lærutíðin 2 ár.
5) Hjá lærlingum við HH-prógvi er lærutíðin 2 ár. 
Omanfyri nevndu reglur eru galdandi fyri lærlingar, sum fara í læru eftir 1. juli 2006. 

Viðv. ad. 1): Lærlingar, sum ikki hava FHS-prógv, skulu taka hesa støðisútbúgvingina í 4 ára lærutíðini. Hetta kann gerast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Støðisútbúgvingin skal verða lokin áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini.

Viðv. ad 3): Lærlingar við students-, HF- ella HT-prógvi skulu í lærutíðini hava tikið hesar lærugreinir við í minsta lagi próvtalinum 6 í miðal: Virkisbúskapur C, Sølubúskapur C, Kunningartøkni C, og eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Sølubúskapur B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 tímar. Lærlingar við HIF-prógvi hava í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinir, men skulu taka málsviðgerðapartin í lærugreinini Kunningartøkni C, tó ikki, um lærlingur við HIF-prógvi hevur luttikið í einari EBG-kapping.

Nevndu lærugreinir kunnu takast við at fylgja einum FHS flokki ella við at fylgja kvøldundirvísingini á skúlanum. Lærugeinirnar skulu verða loknar áðrenn farið verður upp til endaligu royndina í yrkisútbúgvingini. Avrit av próvskjølunum skulu latast Yrkisdeplinum, tá ið allar lærugreinirnar eru loknar. Aftaná 1. juli 2006 geva hesar lærugreinir ikki stytting í lærutíðini.

Øll kravd skúlagongd í sáttmálatíðini, bæði tá talan er um støðisútbúgvingina (samanber ad. 1) ella tá talan er um stakar lærugreinir (samanber ad. 3) er partur av lærutíðini. Hetta merkir, at um lærlingur gongur á skúla um dagin, verður hann ikki frádrigin í løn. Fer skúlagongdin fram í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til kompensatión í samráð við sín arbeiðsgevara.Lærlingar, sum skulu taka omanfyri nevndu FHS-støðisútbúgving ella lærugreinir, eiga at venda sær til handilsskúlan, sum leggur eitt tímaskema fyri undirvísingina í støðisútbúgvingini ella lærugreinunum í samráð við tann einstaka lærlingin.

Hvussu er við løn tá ein er sjúkrameldaður, í barsilsfarloyvi osfv?

Ofta eru spurningar settir Yrkisdeplinum um lønarviðurskifti, yvirtíð, løn tá lærlingur er sjúkrameldaður, tá ið lærlingur skal í farloyvi í sambandi við barnsburð o.s.fr.

 

Tá lærusáttmáli verður undirskrivaður, skal teigur 5 (lønar- og arbeiðsviðurskifti) í lærusáttmálanum útfyllast. Har er viðmerkt hvør lønarsáttmáli er galdandi (millum hvørji yrkisfeløg), hvussu nógvar tímar vanliga arbeiðstíðin er um vikuna og lønarútgjaldsdagur.

 

Ofta er eisini ivi um lønina, tá ið lærlingur er sjúkur/sjúkrameldaður. Tá ið spurningar verða settir Yrkisdeplinum um lønarviðuskifti, vísa vit altíð til viðkomandi yrkisfelag.

 

Viðv. fyrispurningum um løn í sambandi við barnsburðarfarloyvi, verður víst til barsilsskipanina.